Pulsfestivalurin er eitt nýtt tónleikaátak. Ið hevur til endamáls at fylla Århus við tónleki. Á hesum heldur øðrvísi tiltaki er møguleiki at hoyra livandi tónleik í bussum, á gøtuni, í hýruvognum, í handlum og á spælistøðum, ja, satt at siga kring allan býin.
Puls Festivalurin er størsta tónleikatiltak nakrantíð í Århus. Felags fyri tey, ið taka lut á festivalinum, er, at tey øll onkursvegna hava eitt tilknýti til Århus og spæla egnan tónleik. Á festivalinum vera bæði kend og minni kend nøvn við, m.a. Steffen Brandt, Marie Frank, Poul Krebs og tann av føroyingum so kendi Holger Laumann, umframt 275 onnur nøvn.
Tað serstaka við hesum festivalinum er, at tað ikki frammanundan er almannakunngjørt, hvar ymsu bólkarnir skulu spæla, og tí kann hetta gerast eitt satt ævintýr inn í århusianska tónleikaheimin. Vit kunnu tó avdúka, at Maria Guttesen skal spæla í stóru handilshúsunum Magasin, mitt í Århus.
Maria Guttesen sigur, at hon er rættuliga fegin um at vera við á Puls festivalinum.
- Hetta er tað størsta, sum er hent í Århus, tey 20 árini eg havi búð í býnum. Eg gleði meg at sleppa inn í henda ævintýraheim av tónleiki, sigur Maria.
Tilber at lesa meir um Puls festivalin á www.pulsfestival. dk og á www.mariaguttesen.dk
Festivalurin byrjar leygardagin 12. mai klokkan 11 og heldur fram til út á náttina, allar framførslur eru ókeypis.