Sambært vaktleiðaraum á politistøðini í Havn í morgun, so komu sjey fráboðanir um vindskaða í gjár. Tær snúðu seg um húsaklædningar, um tekjur, takrennur og annað, sum hevði hug at ríva í vindinum. Fráboðanir komu ymsastaðni frá, úr Norðdepli, Hvalvík, av Sandi og úr Havn.
Í gjár ávaraði løgreglan um nógv vatn á vegnum í Leirvík í nógva regninum. Tað hevði trupulleikar við sær eina løtu, men tey fingu tó bilbugd við tí.
Á sandi leyp ein á, sum skapti trupulleikar í ferðsluni, men har var tó koyrandi.
Eitt lítið ferðsluóhapp var í Kaldbaksbotni í gjár. Tað var ein bilur, sum steðgaði við vegjaðaran. Bilurin, sum koyrdi aftanfyri, varnaðist tað ikki og rendi á bilin aftanífrá.
Talan var tó bara um materiellan skaða, eingin fólkaskaði var, sigur vaktleiðarin á politistøðini.











