Tjóðveldisflokkurin heldur floksting

Í morgin og leygardagin heldur Tjóðveldisflokkurin floksting, har millum annað nýggjur næstformaður skal veljast fyri Karsten Hansen, ið hevur vent flokkinum bakið »Tjóðveldisflokkurin vil hava meiri samband við allan heimin« er høvuðsyvirskriftin á flokstingi floksins, ið verður hildin fríggjadagin 23. og leygardagin 24. mars í Bygdarhúsinum í Miðvági.

Onnur mál á skránni eru val av næstformanni eftir Karsten Hansen, sum er farin úr flokkinum orsakað av 266B málinum. Valevni til nýggjan næstformann eru Tórbjørn Jacobsen og Páll á Reynatúgvu.

Flokstingið skal eisini taka støðu til innkomin uppskot um javnstøðupolitikk, nýtt búmerki til flokkin og endurskoðan av floksskipanin.

Á flokstinginum verða eisini vinnararnir avdúkaðir í kappingini hjá Tjóðveldisflokkinum millum ung um at skriva sínar dreymir um einar sjálvstøðugar Føroyar.

Sum vanligt hevur flokkurin eitt serligt evni á skránna, sum gestarøðarar eru bodnir at røða um. Í ár er evnið: »Úr stongsli í samband.«

Í tíðindaskrivi í sambandi við flokstingið skrivar Tjóðveldisflokkurin, at »Allastaðni renna føroyingar seg í forðingar fyri at virka frælst í heiminum og at menna seg við egnum samleika á javnbjóðis støði við onnur. Vinnulívið, mentanararbeiðið og politiska skipanin noyðast at finna vegir út um tær stongdu dyrnar og teir garðarnar, ið støðugt verða laðaðir og noyðast at skifta samleika til tess at kunna virka í altjóða heiminum.«

Tveir gestarøðarar eru við á flokstinginum hjá Tjóðveldisflokkinum.