Forkunnug kvøldseta í Fuglafirði

Í vetur hevur Kvøldsetusamtakið skipað fyri tiltøkum í Fuglafirði. Í kvøld verður ein forkunnug kvøldseta.

Felagið Kvøldsetusamtakið byrjaði í novembur í fjør við tí høvuðssetningi at skipa fyri einum tiltaki í Mentanarhúsinum um mánaðin.
Í kvøld kl. 20 verður fimta tiltakið hjá samtakinum við trimum innsløgum á skránni. Tá fer Poul Jacob Breiðaskarð at spæla harmoniku.
Poul Jacob er fuglfirðingur. Sum ungur fór hann í 1973 til Ísafjarðar í Íslandi at arbeiða, har giftist hann og gjørdist hann limur í Harmonikufelag Vestfjarðar. Í 2001 fluttu Poul Jacob og konan aftur til Føroya.
Hetta er fyrstu ferð, Poul Jacob spælir alment her á landi, so tað verður forkunnugt at hoyra. Kl. 20.30 spæla og syngja Lylli og Niels. Teir báðir fara at syngja nakrar Taube umsetingar, millum annað ein nýggjan grækarismessusang, sum er umyrktur av "Vals i Gøkotten" hjá Evert Taube.
Vit eru nú komin mitt í føstuna, og tí fer fundarfólkið at syngja tveir føstusálmar, ein við lagi úr Tjørnuvík, og ein við lagi úr Oyndarfirði.
Kl. 21 fer Manskórið í Tabor at syngja og spæla. Manskórið í Tabor varð stovnað í vetur, og tað er Poul Jacob Lundsbjerg, sum leiðir kórið.
Poul Jacob er kendur sum tann harmonikuspælarin um okkara leiðir, sum dugur best at fáa lív í løgini, hann spælir. Saman við honum taka Evert Jacobsen á gittara og Jacob Eliasen á ljómborði sær av fylgispælinum. Manskórið syngur mest góðar gamlar missiónssangir.