Her hevur Vágs kommuna vitjan úr Sunda kommunu

Aðrar kommunur fáa íblástur úr Vági

- Tað er jaligt at síggja, at royndirnar hjá okkum hava vakt áhuga og kunnu geva íblástur aðrastaðni í Føroyum

 

Her hevur Vágs kommuna vitjan úr Sunda kommunu

- Seinastu árini hevur Vágs kommuna arbeitt við at fáa fleiri ferðafólkaskip til Vágs. Arbeiðið hevur givið góð úrslit, og áhugin er vaksin.

 

Soleiðis siga tey í Vágs kommunu.

 

Víst verður á, at á heysti í 2022 varð farið undir miðvíst arbeiði at fáa fleiri ferðafólkaskip at vitja Vág.

 

- Síðan hevur gongdin verið jalig, og talið av skipum er vaksið ár fyri ár.

 

Bæði í 2023 og 2024 komu eitt ferðafólkskip hvørt árið. Men, longu í 2025 vaks talið, og vóru tá sjey skip á skránni, tó avlýsti eitt vegna veður.

 

- Í 2026 eru átta skip í løtuni á skránni, og tey koma eftir ætlan í mai, juni, juli og august, og fyrsta skipið kemur hin 22. mai.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at vitjaninar í 2025 vórðu væl móttiknar, og bæði handilslív, heimafólk og aðrir partar, sum eru við til at skapa góðar karmar um hvørja vitjan, vóru jalig um gongdina.

 

- Eisini merkist áhugin fyri vitjanunum í 2026.

 

Lagt verður aftrat, at ferðafólkaskip vanliga bóka vitjanir fleiri ár frammanundan, og tí verður støðugt arbeitt við at menna umstøðurnar á Vágs havn.

 

- Millum annað er arbeiði í gongd við at gera ein pullart, sum fer at styrkja um møguleikarnar at taka ímóti størri skipum í framtíðini.

 

Menningin av hesum partinum av ferðavinnuni í Vági hevur vakt ans aðrastaðni í Føroyum.

 

- Í tí sambandi hevði Vágs kommuna vitjan av Sunda kommunu, sum hevur ætlanir um at byrja arbeiðið at fáa ferðafólkaskip til kommununa.

 

Sagt verður, at á vitjanini í Vági fekk Sunda kommuna innlit í arbeiðið og royndirnar, sum eru gjørdar í Vági seinastu árini.

 

- Tað er jaligt at síggja, at royndirnar í Vági hava vakt áhuga og kunnu geva íblástur aðrastaðni í Føroyum, siga tey í Vágs kommunu.

 

Her hevur Vágs kommuna vitjan úr Sunda kommunu