Víkingur skoraði trý mál í sjey minuttir

1. DEILD: Trivaligur heimasigur ber við sær, at næstbestu víkingarnir eru á heiðursmerkjaplássi

Tað endaði við tryggum 4-1 heimasigri, tá ið næstbestu víkingarnir í dag í Sarpugerði høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi.

 

Eftir sjey umfør er Víkingur á triðja plássi við 14 stigum fyri sjey dystir.

 

EB/Streymur er aftast við trimum stigum fyri sjey dystir. EB/Streymur hevur tapt allar dystirnar uttan tann í triðja umfari, tá ið tað endaði við 6-0 heimasigri ímóti ÍF.

 

Løtan undan steðginum í dag var avgerandi. Frá 27. og til 44. minutt skoraði Víkingur trý mál.

 

Jákup Martin Jarnskor setti hol á. Hetta var annað málið hjá 20 ára gamla Jákupi Martin.

 

Tveir minuttir seinni var tað 16 ára gamli Markus Sigurdsson Højgaard, sum økti um leiðsluna til 2-0. Higartil í ár hevur hann skorað trý mál í 1. deild, og minuttin undan steðginum var tað Rósing Toyt, sum økti um munin til hálvleiksstøðuna 3-0. 15 ára gamli Rósing Toyt hevur í ár skorað tvey mál í næstbestu deildini.

 

Hóast víkingarnir tíggju minuttir eftir steðgin vórðu undirmannaðir, tái Óla Kristian Jacobsen sá beinleiðis reytt kort, so eydnaðist tað í 70. minutti at økja um leiðsluna til 4-0. Tá var innskifti Emil Jacobsen málskjútti. Hann er 15 ára gamal, og hetta var annar dysturin hjá honum í 1. deild, og hetta var fyrstu ferð, at hann var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Tveir minuttir seinni minkaði Mathias Andersen um munin til 4-1. 17 ára gamli Mathias hevur nú skorað fýra mál í næstbestu deildini.

 

Um eina viku fær EB/Streymur vitjan av HB, og Víkingur fær vitjan av NSÍ.