Botnuppgerð á Skála

Tað verður botnuppgerð á Skála tá AB vitjar sunnudagin, og úrslitið av dystinum kann geva eina góða ábending, hvar á stigatalvuni teir appilsinlittu fara at kappast í ár

Skála er einasta stigaleysa liði í Formuladeildini. Tað er beiski veruleikin og spurningurin er, um ikki tey á Skála spakuliga skulu venja seg við eina tilveru sum botnlið. Tapir Skála dystin, er liðið isolerað í botninum. Ein sigur kann hála liðið upp um niðurflytingarstrikuna. Dysturin kann vísa seg at vera ógvuliga avgerandi fyri, hvar á stigatalvuni Skála fer at stríðast í ár.

Til uppgávuna hevur Skála fingið Tony Rasmussen við aftur. Hann hevur annars verið skaddur síðani fyrsta landskappingardystin móti HB. Hetta styrkir um hópin, sum er uttan leikbann ella skaðar. Einasta ivamálið er Alexandur Johansen. Hann fór út við skaða í dystinum móti NSÍ 2. páskadag, og hevur ikki vant í vikuni. Men á Skála vænta og vóna tey, at Alexandur verður klárur sunnudagin.


Argjamenn vanta ein leikara

Eftir stigatalvuni at døma, er AB eitt stig betri enn Skála. Tá dysturin er spældur sunnudagin ætla teir at vera fýra stig frammanfyri teir appilsinlittu. Til at fullføra hesa ætlan hevur AB allar mans tøkar, uttan danan Peter Christiansen. Hann er leikbannaður eftir útvísing í Streymnesi síðsta mánadag. Til dystin móti EB/Streymi byrjaði Bjarni Jørgensen á beinkinum. Hann hevði verið sjúkur frammanundan og tí var óvist, hvat hann fór at megna. Hesa vikuna hevur fyrrverandi Skálaleikarin vant við fullari orku, og roknast skal við, at hann byrjar inni móti gomlu liðfeløgum sínum.