Góður tónleikur, felagssangur, kalt borð og dansur er á skránni, tá felagskórið úr Gøtu og og Leirvík 24. mars kl. 20 skipar fyri hugnakvøldi í Bygdarhúsinum í Leirvík Bindiklubbar, kortklubbar, arbeiðspláss ella góðir vinir, ið eftir ein baldrutan vetur hava tørv á at forkela seg sjálvan og hvør annan, hava nú ein giltan møguleika at fáa tørvurnar nøktaðar.
Hetta boðar felagskórið úr Gøtu og Leirvík frá, ið 24. mars klokkan 20 skipar fyri spennandi hugnakvøldi í Bygdahúsinum í Leirvík.
Á skránni er sjálvtøkuborð við øllum tí, sum hartil hoyrir. Saman við Tórshavnar Manskóri fer Felagskórið at undirhalda við sangi og felagssangi. Eisini fer Tór Verland Johansen at syngja og spæla nakrar sangir. Tór Verland var helvtin av duo´ini Safir, ið gjørdi vart við seg fyri nøkrum árum síðan, tá teir góvu fløguna við sama navni út.
Fløgan var eyðkend við at tekstirnir vóru stuttligir og lættir, meðan tónleikurin var góður og væl leiktur.
Klokkan 23 byrjar dansurin við einum av mest umbidnu føroysku tónleikarum í løtuni Flemming Petersen. Saman við Rúna og Benjamin fer hann at spæla lættar dansitónar fyri øllum dansi-glaðum føroyingum.
Atgongumerki til hugnakvøldið kostar 150 krónur og er at fáa á Statoilstøðini í Leirvík og hjá PW í Gøtu. Eisini ber til at bíleggja atgongumerki á telefon 272714 ella á 219570.










