Fiskivinna
Gólvini á føroysku fiskavirkjunum vóru turr mánakvøldið, sum sáttmálin millum arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarar gekk út á midnátt í gjárkvøldi.
Í morgun fekst so semja í lag millum partarnar á privata arbeiðsmarknaðinum, og tí verður eingin arbeiðssteðgur á hesum sinni.
Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag, vísir á, at fleiri skip vóru inni og landaðu í síðstu viku, og okkurt skip landaði mánamorgunin.
- Men tey skip, sum lógu til at koma aftur av túri mánadagin, hava ivaleyst longu sett kós av landinum.
Hann ivast onga løtu í, at skip og manningar høvdu funnið neyðugar útvegir fyri fiskinum, um partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum ikki komu til sættis í morgun.
Jákup Sólstein vísir á, at bæði skipaeigarar og fiskimenn hava altíð verið fleksiblir, og tí hevði ein møguligur arbeiðssteðgur ikki komið ringast við hjá teimum.
- Eg tosaði til Bretlands í gjár fyri at fregnast um fiskaprísir, men sum eg skilti, eru teir ikki so góðir í løtuni, sum ynskiligt hevði verið. Hinvegin vóru teir heldur ikki vánaligir.
Formaðurin í Reiðarafelagnum reisir tó spurningin, hvussu støðan hevði verið á marknaðinum, um fleiri skip komu við nógvum fiski í senn.
- Tá hevði ikki verið óhugsandi, at fiskakeyparar fóru at gera sær dælt av hesum, so prísirnir fullu, sigur Jákup Sólstein, sum fegnast um, at partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum samdust uttan arbeiðssteðg.