Samuel fekk fyrsta sigurin í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini

SV Ried vann hart tiltrongdan sigur

Landsliðsbakkurin, Samuel Chukwudi spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í SV Ried tóku ímóti Grazer AK í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Ried, ið bert hevði eitt stig undan dystinum í kvøld at vinna 1-0 á Grazer AK.

 

Niama Pape Sissoko skoraði sigursmálið upp á eitt brotsspark í yvirtíðini í fyrra hálvleiki.

 

Ried er nummar sjey í deildini við fýra stigum fyri fýra dystir.

 

Fyri leikliga avrikið fær Samuel karakterin: 7,1 (av 10 møguligum) frá Sofascore. Frá Soccerstand fær Samuel karakterin: 6,4. 

 

Samuel er fyrsti føroyski fótbóltsleikarin, ið vinnur ein sigur í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini, ið eisini eitur: Bundesligan. 

 

Sunnudagin 30. august hevur SV Ried dyst á útivølli móti Hartberg, ið er aftast í deildini við ongum stigi.