aftur, fingu fyrireikararnir eina kenslu av, at umsóknin fór at verða gingin á møti, soleiðis at stevnan kundi haldast. Men langt um leingi komu boðini um, at 40 prosent av tí umsóknin ljóðaði uppá, kundi [...] setir treytir við, at eingir aðrir almennir pengar skulu vera inni í myndini. Sjálvur landsstýrismaðurin í vinnumálum harmast um, at framsýningin fer fyri bakka, veit Randi Vang at siga. Menningarstovan [...] sum ætlaðu at taka lut í ár, eru ógvuliga harmir um, at hon er avlýst. - Nógv eru rakt og vónbrotin. Í londunum kring okkum verða javnlíkar søluframsýningar mettar at eiga stóran leiklut í at geva íblástur
búgva í Føroyum at vera limir í sjúkrakassanum! Eg helt vit høvdu so mikið av fríheit í Føroyum, at vit kundu velja at vera limir í tí vit vildu vera limir í! Men nei! Nær fer Løgtingi at tvinga meg inn [...] Stuttligt ha? Og ikki nokk við at teir stjala mínar pengar, teir skulu enntá hava ómaksløn fyri at stjala teir! Mær vitandi í minsta lagi Kr. 300,00. Er tað dýrt? Er tað dýrt at vera tvangslimur í sjúkrakassanum [...] Ja, tað er! Og tað besta er, at teir avgera sjálvir hvussu nógv vit skulu gjalda, tí vit mugu gjalda! Tað er samtykt við lóg! Tað næsta verður sikkurt, at teir samtykkja, at gjaldið skal enn longur upp
tað koma at merkja, at tit báðir fara at royna at fáa løgmann ikki at fara inn í eitt framhaldandi samstarv við Tjóðveldisflokkin? -Vit hava tosað um hesi tingini innanhýsis, og semja er um, at løgmaður [...] orku í at vinna hetta valið og hevur brúkt nógva orku til tað, men eg kann staðfesta, at flokkurin gekk aftur. Hóast vit eisini mistu nakað, so kann man siga, at tað er eingin orsøk til at halda, at tey 23 [...] valið, og hyggur man at prosentvísa lutfallinum millum samgongu og andstøðu kann man siga, at hetta er enn ein orsøk til at umhugsa eina breiða samgongu. Tað er eitt argument fyri at vit fáa eina dygga
greitt, heldur hann ikki, at tað at byggja ein guitara, er nakað kunstverk sum so. - Nei, eg vil heldur siga, at hetta er eitt handverk. Kanska kunnu vit kalla tað kunstverk at byggja klassiskar guitarar [...] sjálvur. Hesar ætlar hann ikki at selja, men hava teir standandi, so høvi verður hjá fólki, sum støkka inn á gólvið, at royna teir. Ymiskir prísir Magnus sigur, at hann fer at byggja standardsnið, bæði bíligari [...] so torført út at byggja ein slíkan. Hetta sá spennandi út, og eg hevði hug at leita mær fram tilfar og kunnleika um, hvussu ein guitari verður bygdur. Einasti møguleiki var at lesa meg fram til ymisku
Fyrst fari eg at takka Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag fyri, at teir hava víst mær tað álit og tann heiður at biðja meg um at halda røðu á altjóða arbeiðaradegnum í ár. Í fyrsta umfari helt eg, at betur hevði [...] Teir siga við teg: Um tú ikki kanst annað enn finnast at, so eigur tú at tiga Eg sigi: Trúgv teimum ikki. Tí einhvør broyting byrjar, tá onkur varnast, at mál kunnu loysast øðrvísi, og tá tey tora at siga [...] Annars fari eg at biðja tykkum um, at líta tykkum íkring og kanna, um nakað virði er at síggja, sum arbeiðararnir ikki hava skapt. Nei, har finnast eingi. Men hvussu ber tað so til, at kapitalistarnir
kom til Odense á veg til Føroya at siga honum, hvat var hent. - Hann gekk soleiðis rundan um meg. Spurdi so, um eg ikki kom við at keypa eplir. Nei, tað helt eg ikki. Sat akkurát og tókst við okkurt. Jú [...] ár? Sigur Rúni og leggur aftrat, at hann hvørki var serliga glaður ella keddur. Hann var bara skelkaður. Hann heldur, at grundin til, at hann hoyrir frá teimum nú, er, at hann er vaksin nú. Haraftrat er [...] sjúkur og er ikki so væl fyri. Puslispælið gongur upp At kenna, at biologisku foreldrini veruliga eru til, og at tey hugsa um ein, gevur eina kenslu av, at puslispælið endiliga gongur upp. Tað er sum um ein
Venjarin hjá FC Keypmannahavn gjørdi av at seta Toda Jónsson á beinkin, tá FCK spældi steypafinaluna hósdagin. ? Tað loysir seg ikki at taka nakran kjans, nú Todi endiliga er komin fyri seg aftur. Tí valdi [...] einar fimm ferðir. Hann hevði tó eitt skot á tvørstongina stutt fyri, at hann varð tikin út. Avgerðin bíðar Todi hevur fyrr í ár biðið um at verða spardur til onkran dystin, men tað hevði hann ikki gjørt hesaferð [...] hesaferð. Tað var tí avgerðin hjá FCK-venjaranum sum gjørdi, at Todi sat á beinkin meginpartin av tí avgerandi steypadystinum. ? Sjálvandi vildi Todi ikki sparast nú, tí hetta var ein finala. Todi venur
spælinum ? hvørja ferð. Gøtumenn vita at siga, at hann hevur vant millum lítið og einki. Avrikið í tveimum teimum fyrstu umførunum vísir, at ein, sum næstan ikki venur, megnar at standa seg í kapping við teir [...] Martini Knudsen sum køldum stýrimonnum í verjuni eydnaðist tað at halda tætt. Og so var tað týðuligt, at stóra byrðan, sum tað var hjá NSÍ at tapa 4?0 í fyrsta umfarinum, ikki tyngdi so nógv longur. NSÍ: [...] og tað seinna varð miðverjin Bartal Eliassen skrásettur fyri. At tað ikki vóru teir fremstu hjá GÍ, sum skoraðu, boðar frá veruleikanum, at GÍ hevur ikki nakra serliga tyngd í fremstu røð. Súni Fríði Johannesen
svarið, at hann hevði roynt at fingið fígging, men tað hevði ikki eyðnast. Nú er tað eg spyrji, hava vit ráð til at lata vera? Um tað skuldi eyðnast, at maskinan var nýtilig, eri eg vís i, at bæði Noreg [...] broddatógv (toggarn). Tann stóri trupulleikin er, at fyri at fáa tað góða mjúka tógvið, má ullin nappast. Hvørji eru so ráðini til at taka. Jú, fyrst og fremst, at allir, sum seyð hava, taka seg saman í eitt [...] verið fegnir. Teir hava roynt í felag at funni fram til somu maskinu, men tað hevur ikki eyðnast enn. Eg vil halda, at tað er so umráðandi at fáa roynt hetta, at sjálvt um tað ikki eyðnaðist, var tað eina
beint av kvinnum at stilla upp, og eg gleði meg at síggja fleiri kvinnur á listunum næstu ferð. Tí tá kunnu tær hugsa um at føra politikk, og ikki um, at ?summi? fara at lata vera at velja tær. Og eg haldi [...] kvinnu? Eru so nógv av hesum ?summum? at stríðast við? Valið prógvaði tað so ikki. Tað ber næstan til at siga, at valið prógvaði tað mótsetta! Nú heldur lesarin kanska, at eg eri ímóti javnstøðu. Yvirhøvur [...] ikki, at vit fáa meira og betri javnstøðu av at samla upp á fordómar um hvat ?summi? halda og gera. Trúgvi næstan, at vegurin fram er at fokusera upp á tað, sum eydnast!. Uttan fyri hjá mær sat ein genta