Føroya Løgting tvingar øll sum búgva í Føroyum at vera limir í sjúkrakassanum!
Eg helt vit høvdu so mikið av fríheit í Føroyum, at vit kundu velja at vera limir í tí vit vildu vera limir í! Men nei!
Nær fer Løgtingi at tvinga meg inn í ein ølklubb, eina losju, ella kanska fara tær at tvangsinnleggja meg á psykiatriskudeild.
Hví?
Hvat er endmálið?
Hví tvinga fólk til nakað tey ikki vilja vera ein partur av?
Eg nokti at gjalda mínar rokningar frá sjúkrakassanum, og hvat hendir so? Jú, tað verður tikið frá mær við lóg, gjøgnum skattin! Stuttligt ha? Og ikki nokk við at teir stjala mínar pengar, teir skulu enntá hava ómaksløn fyri at stjala teir! Mær vitandi í minsta lagi Kr. 300,00.
Er tað dýrt?
Er tað dýrt at vera tvangslimur í sjúkrakassanum? Ja, tað er!
Og tað besta er, at teir avgera sjálvir hvussu nógv vit skulu gjalda, tí vit mugu gjalda! Tað er samtykt við lóg!
Tað næsta verður sikkurt, at teir samtykkja, at gjaldið skal enn longur upp! Jubbi!
Frælsið?
Hvar bleiv frælsið av?
Higartil havi eg ímynda mær eitt Føroyar í frælsið, har hin einstaki kann velja hvat hann vil hava við at gera!
Men Føroya Løgting hevur samtykt við lóg, at RÆNA okkara frælsið!
Eg sum "fríur" føroyingur, MÁ vera limur í sjúkrakassanum, eg sleppi ikki burturúr! Mítt frælsið er stolið av Føroya Løgtingi! Tað er samtykt við lóg, at eingin av okkum kann vera frælsur! Er tað ikki deiligt? Kanska er tað tí, at eingin av okkum hevur nakað millum oyruni sum er brúkiligt! Halda teir!
Kann nakar hjálpa mær?
Er tað nakar politikkari sum vil arbeiða fyri, at eg kann fáa mítt frælsið aftur?
Lovar tú mær tað, so er mín stemma tín - næstu ferð!
Hvat er trupulleikin?
Tú undrar teg kanska yvir hvat tað er sum er so ræðuligt við at vera limur í sjúkrakassanum.
Tað er ikki ræðuligt at vera limur í sjúkrakassanum. Tað er frælsið sum er tikið frá mær! Eg vil út, men eg sleppi ikki! Tað vil í veruleikanum siga, at um gjaldi ferð upp á Kr. 20.000 um mánaðin, so má og skal eg gjalda! Tað er samtykt!
Eg veit ikki hvussu tú hevur tað, men tá eg ikki kann sleppa burturúr nøkrum sum eg ikki vil vera ein partur av, tá síggji eg tað, sum at mítt frælsið er tikið frá mær, og er frælsið fyrst tikið frá mær við lóg, so er ikki nakað sum er ómøguligt at fremja, við eini samtykt í Føroya Løgtingi!
Kom hetta mál nakrantíð út til fólkaatkvøðu?
Nokk fyri hesuferð!
Eg skrivi nokk aftur tá teir hava stjolið mínar pengar!
Og minnist til ómakslønina!!!!!!!!!!