Góðu áhoyrarar. Góðu verkamenn og -kvinnur!
Fyrst fari eg at takka Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag fyri, at teir hava víst mær tað álit og tann heiður at biðja meg um at halda røðu á altjóða arbeiðaradegnum í ár. Í fyrsta umfari helt eg, at betur hevði verið, um arbeiðarin var sín egni talsmaður, tí politisku talsmenn arbeiðaranna hava einki ? og hava í longri tíð einki trúvirði havt. Men tá nevndin vildi hava tað á henda hátt, standi eg her og fari at gera mítt til, at 1. maidagurin ? altjóða arbeiðaradagurin ? eisini skal verða hildin her hjá okkum í Fuglafirði í ár.
Rithøvundurin, arbeiðarayrkjarin Carl Scharnberg sigur um áðurnevndu politisku og svikafullu talsmenn í yrkingini:
Trúgv teimum ikki:
Teir siga við teg:
Um tú ikki kanst annað enn finnast at, so eigur tú at tiga
Eg sigi:
Trúgv teimum ikki. Tí einhvør broyting byrjar, tá onkur varnast, at mál kunnu loysast øðrvísi, og tá tey tora at siga tað hart.
Tú skalt trúgva, at tú ert nakað.
Hesum eiga vit øll sjálvandi at taka fult undir við.
Ein annar arbeiðarayrkjari skrivar um »trælatokið«, ið flytir seg fram gjøgnum tíðirnar: Tá eg síggi fyri mær, hvussu óteljandi mill. hava livað upp gjøgnum søguna ? sum slavir og trælir og lívegnir og marginaliseraðir og kúgaðir ? ja, bara eg minnist vilkorini í mínum barnadøgum, so upplivi eisini eg, hvussu ættarlið eftir ættarlið hevur strítt seg til betri kor, eitt sindur størri frælsi, eitt sindur meira av tryggleika - við tógvi stríð og strev, tí tey á »niðastu« rók í samfelagspyramiduni fingu ongantíð nakað givið úr erva.
Á stovnandi aðalfundinum hjá 2. Internationala í París í 1889 avgjørdu luttakararnir, at 1. mai framyvir skuldi vera ein altjóða kravgongu- og festdagur, har arbeiðarar í øllum londum skulu stilla krøv um batar av teirra sosialu og fíggjarligu livikorum.
1. mai steðga arbeiðarar kring allan knøttin upp eina løtu og gera status, og ógvuliga ymist er frá landi til land, hvat status vísir.
Stríðið fyri rættvísiskrøvum arbeiðaranna hevur verið hart og er hart mangastaðni.
Menn, kvinnur og børn hava verið trælkaði, pínd og dripin, tá tey hava stríðst og stríðast fyri sjálvsøgdum rættindum. Ongi vápn hava verið ella eru ov skitin at brúka móti arbeiðarastættini, tá tey virði ? arbeiðarastætturin hevur skapt ? av kapitalistsins ørindasveinum verða rænd.
Í Onglandi vórðu fyrst børn og síðani kvinnur sendar til arbeiðis í kolanámunum, tí tey fingu minstu lønina. Nógv av børnunum náddu ikki fermingaraldrinum, fingu ensku sjúkuna, tí tey ? fyriuttan lítla og onga føði ? einki sólarljós fingu, tí tey fóru í og komu úr aftur kolanámunum í myrkri. Heimini vóru heilsuskaðilig, og læknahjálp var ikki at fáa. Kapitalistarnir ymsa staðni kring heimin nýta enn barnaarbeiði, trælkan og kúgan í eyðræning teirra, og teir skipa soleiðis fyri, at 40.000 børn doyggja í hungri hvønn dag. ?
Eisini 1. mai 2002.
Stættarmunurin var og er framvegis øgiligur, og hann økist dag um dag. Náðin er og var ongin. Mong av tykkum kenna ivaleyst søguna um fronsku drottningina, sum, tá hon frætti, at fólkið í París svøltaði, tí tey manglaði breyð, spurdi: »Hví eta tey ikki kaku?«
Hon og hennara á Versaillesslottinum ? við teirra levnaði ? kundu ikki vita betur enn, at man át kaku ella líknandi, um man var svangur, og um breyð ikki var fyri hondina.
Í dag ? 1. mai 2002 ? liva millum 1 og 2 mia. menniskju í Heiminum fyri minni enn 1 dollara um dagin, sjálvt um ríkidømið ongantíð hevur verið størri á okkara klótu. Um øll kríggj og útreiðslur til hermenn og til vápnaídnaðin vórðu steðgaði í bert tríggjar vikur, so høvdu øll fólk ? fyri sparda peningin ? kunnað fingið tak yvir høvdið, mat á borðið, læknahjálp og skúlagongd. Og hvussu mongum líðingum høvdu vit tá ikki kunnað sloppið undan?
Annars fari eg at biðja tykkum um, at líta tykkum íkring og kanna, um nakað virði er at síggja, sum arbeiðararnir ikki hava skapt. Nei, har finnast eingi. Men hvussu ber tað so til, at kapitalistarnir og teirra ørindasveinar eiga meginpartin? Kapitalistarnir siga, at pengarnir vaksa og yngla. Men hví vísa teir ikki okkum vakstrarstøðini og yngliplássini? Av tí simplu orsøk, at tað er lygn. Tí uttan arbeiði og sveitta arbeiðaranna verða eingi virðir til.
Og teir, ið vilja lækka realløn tykkara, so teir sjálvir kunnu tilræna sær fleiri av arbeiðaranna virðum enn teir gera frammanundan, hvussu nógv forvinna teir, sum er? Mangir av hesum hava eina tímaløn, ið liggur væl omanfyri eina arbeiðara dagløn.
Sjálvt søguundirvísingin er falsað, so einstakir stórmenn standa sum teir, ið hava skapt virðini, og eina tílíka falsaða søguuppfatan er meiningin børn okkara skulu tilogna sær, so tey skulu føla og uppliva, at tey skulu standa við hattinum í hondini og liva av stórmanna náði, ístaðin, sum sannleikin er, at tað til allar tíðir hava verið teir stóru, ið hava stolið ágóðan frá tí arbeiðandi stættini.
Bertold Brecht letur arbeiðara spyrja:
Hvør bygdi Theben við teimum sjey grindunum?
Í bókunum standa nøvn konganna.
Hava kongarnir knossað helligrótið saman?
Og tað fleiri ferðir oyðilagda Babylon.
Hvør bygdi tað upp aftur tær mongu ferðirnar?
Í hvørjum húsum í tí gullglitrandi
Lima búðu bygningsarbeiðararnir?
Hvar fóru múrararnir tað kvøldið, tá tann kinverski múrurin var liðugur?
Tann stóra Rómaborg er full av sigursboðum.
Hvør bygdi teir?
Hvørjar sigrar gleddust Cæsararnir yvir?
Tann ungi Alexandur hertók India.
Hann einsamallur?
Cæsar sló gallararnir.
Hevði hann í minsta lagi ikki ein kok við sær?
Hans Pauli í Hvannasundi fiskaði fyri eina milliard.
Hann einsamallur? Hevði heldur ikki hann bara ein kok við sær?
Á hvørjari síðu ein sigur.
Hvør fyrireikaði sigursmáltíðirnar?
Hvørt tíggjunda ár ein stórmaður.
Hvør rindaði kostnaðin?
So mangar søgur.
So mangir spurningar.
Í okkara tíð hevur m.a. stríðið í Kili, har hin fólkavaldið forsetin, sosialisturin og arbeiðaravinurin Salvador Allende varð myrdur við stuðli frá USA/ CIA, víst okkum, hvussu vandamikið, tað kann verða, tá stríðst verður fyri arbeiðararættindum. Tað er ikki einans har, at altjóða kapitalurin hevur tikið til vápnaðan uppreistur, tá hann hevur følt seg gingnan ov nær. Eitt ótal av arbeiðarum ? menn, kvinnur og teirra børn ? vórðu pínd eftir øllum kunstsins reglum og fyribeind av bøðlum, sum sami altjóða kapitalurin hevði havt á skúlabonki fyri at læra raffinimentini. Mong av teimum, ið yvirlivdu tann organiseraða Devulskapin, havi síðani fingið bústað og sálarhjálp m.a. í hinum Norðurlondunum.
Í løtuni eru stórir partar av Europa á veg aftur ímóti facsismuni. Lond sum: Eysturríki, Italia, Portugal, Danmark, Norra, Belgia og nú eisini Frankaríki. spæla við eldin. Hesin eldur hevur fyri 60 ? 80 árum síðani í Europa kosta 10-tals milliónum arbeiðarum og børnunum lívið og koyrt aðrar 10-tals milliónir í svárastu armóð. Eisini føroyingar guldu sín stóra part av høgravenda ørvitisknokkapolitikkinum, men tað sær svart út, tá vit skulu meta um, hvussu nógv søgan hevur lært okkum. Okkurt klókt høvd hevur gjørt spurningin: »Hvat er tað, tú keypir dýrt, letur gratis frá tær, men sum eingin vil hava?«
Erfaringar. Rætt. Facisman verður endurtikin, um arbeiðarastætturin ikki organiserar seg og stáplar ta neyðugu mótmaktina á føtur aftur ? eisini á hesum sinni.
Hjá okkum verður nú løgreglan sett inn við pistólum, lurkum og schæfarahundum meðan sjúkrabilar standa klárir at føra ofrini burtur, og ofrini eru føroyskir arbeiðarar í verkfalli fyri sámuligum lønar- og arbeiðskorum. Samstundis hóttir løgting og landsstýri við at fastseta arbeiðaranna kor við lóg, makka teir ikki rætt og ganga frívilliga undir arbeiðsgevaranna treytir. Hetta er í dag vorðið kor arbeiðaranna í Føroyum. Hvør skuldi trú tí???
Samstundis føra somu politikarar fram í fjølmiðlunum, at arbeiðararnir bert fáast at arbeiða, um lønin verður sett niður, meðan teir samstundis hevda, at kapitalurin og kapitalistarnir bert tíma at arbeiða um teirra skattur fer niður. Soleiðis er rákið anno 2002, ? hevði tú trú tí???
Arbeiðarayrkjarin Jóannes Nielsen kallar hesar: Vinnulívsins Djengis Khan?ar og yrkir:
Uttan tykkum vóru Føroyar støv.
Fiskavirkini niðurdottin sum rotin neyst.
Hevði hagin grógvið yvir traktorar og hoyggjhús.
Skipasmiðjurnar verið tómir gapandi skálar.
Tað er spurningur um tað hevði regnað.
Í tykkara stovum hanga orginalarnir.
Eftir Mykines.
Av Reyni
Bundnir í leður standa Svabo ? Martin Joensen ? William Heinesen.
Sum hyllaprýði.
Sum idiotar.
Men tit viðurkenna Guð og fyri hansara ásjón eru vit øll sunnudagsskúlabørn.
Fegnir drógu tit hann upp í tykkara nevndir og hvør veit kanska sendir hann eina umsókn.
At síggja tykkum góð
? endamálskvøldini brosandi um eydnuhjólið í bátsmannatroyggjum og proletariskum topphúgvum.
Slík kvøld eru vit øll føroyingar.
Friður valdar millum stættirnar.
Ongin snýtir í skatti.
Yvirskotið er skúgvað til viks.
Samvitskan spraklar, eina krónu seðilin slær nøkur flikk flakk ? øll klappa.
Tit elska lógina
serliga undirfullu holini verða røkt sum eiggiligar fryllur.
Tá tit krúpa uppá ringla eistrini sum pengapungar.
Men soleiðis eru tit.
Snildir.
Gerst neyðugt, óreinir.
Og summir eisini skítbýttir.
Men uttan tykkum
var ongin at lovprísa í skaldskapi.
Moralurin tveittur fyri bakka sum ein tóm altarvínsfløska.
Og grómutu framtíðarskýggini, ið hanga sum síðir fruntar fyri tykkara eygum høvdu horvið sum roykur frá sløktum ljósi.
Uttan tykkum
vóru vit rætt og slætt leverað.
Høvdu verið sum eitt sirkus uttan klovnar
ein matvørubúð uttan pengakassa.
Stutt sagt: Eitt samfelag bara droymarar og útlendingar teska um í loyndum.
Tað er tí alneyðugt, at tit sjálvir taka tey neyðugu stigini fyri at fasthalda vunnin rættindi og fyri at náa málinum: Somu rættindi og somu skyldir fyri tað fólk her býr.
Lat okkum ? áðrenn vit enda ? senda eina solidariska brøðra- og systrakvøðu til alheims arbeiðarafjøldina og lova teimum mongu, at vit eru við í teirra stríði, eins og tey eru við í okkara.
Ósjónlig solidarisk bond eru knýtt okkara millum í okkara rættvísisstríði fyri somu rættindum og somu skyldum óansæð kyn, trúgv ella húðalit. Lat okkum tí standa saman við alheimsarbeiðarastættini og so til allarseinast taka undir við Scharnberg, tá hann í yrkingini:
Víðari - skrivar:
Vit, ið eitt lítið bil lógu niðri:
Latið okkum reisa okkum.
Vit, ið eitt lítið bil vóru lamin:
Latið okkum fara til gongu.
Vit, ið bert eru ein dropi í havinum.
Latið okkum verða til reiðar
at blíva tann dropin, ið fær bikarið at flóta yvir.
Tøkk fyri, at tit í tolni lýddu á.