GÍ kiksaði enn eina ferð í Runavík

Brotssparksmál eitt korter undan leikloki avgjørdi tætta uppgerð heimaliðnum til fyrimunar

Tað var tætt, ferðin var á góðari leið, og málini vóru fimm í tali. Tí var talan sjálvandi um undirhaldandi uppgerð í góðveðrinum við Løkin. NSÍ sat eftir við øllum stigunum. Teir vóru sjálvandi fegnir um fyrsta sigurin í hesum árinum.
GÍ fór fyri aðru ferð í fimm dagar inn um Gøtueið uttan sigur. Teir fingu eitt stig á Toftum, og teir fingu einki í Runavík. Teir skoraðu tvey mál. Tað fyrra skoraði miðvallarin Sámal Joensen, og tað seinna varð miðverjin Bartal Eliassen skrásettur fyri. At tað ikki vóru teir fremstu hjá GÍ, sum skoraðu, boðar frá veruleikanum, at GÍ hevur ikki nakra serliga tyngd í fremstu røð. Súni Fríði Johannesen og Krzystof Popczynski vóru báðir á vøllinum. Hvørgin teirra tóktist vera eitt hundrað prosent klárur, og tað var sjáldan ella ongantíð, at teir vóru í støðum, sum mál kundi komið burturúr.
Tá NSÍ í fyrsta umfarinum var í Gundadali og tapti 4?0 ímóti HB, var tað týðuligt, at verjan var ikki nóg tøtt. Tað hevði Jógvan Martin Olsen tikið avleiðingarnar av. Pól Thorsteinsson var hesa ferð í miðverjuni saman við Arnfinni Langgaard, og avrikið var væl betri, enn tað var hjá NSÍ miðverjuni sunnudagin ímóti HB. Jens Martin Knudsen, sum ímóti HB var mest eyðsýndi NSÍ maðurin, hevði hesa ferð lítið annað at gera enn at stýra sínum liði (tann uppgávan skal avgjørt ikki undirmetast).

Bara eitt mál
Í fyrra umfarinum vóru møguleikar báðar vegir, men tað kom bara eitt mál. Sámal Joensen var meistari fyri tí, tá hann úr stuttari fjarstøðu setti framvið fyrrverandi liðfelaganum í GÍ og íslendska Leiftri málinum.
Sámal Joensen var aftur hesa ferð eyðsýndur. Saman við Magna Jarnskor og Jóan Peturi Olsen fylti hann væl á miðvøllinum. Tá Jóan Petur fekk bóltin var skil í spælinum ? hvørja ferð. Gøtumenn vita at siga, at hann hevur vant millum lítið og einki. Avrikið í tveimum teimum fyrstu umførunum vísir, at ein, sum næstan ikki venur, megnar at standa seg í kapping við teir, sum síðsta stóra fjórðingsárið hava vant fýra og fimm ferðir um vikuna.
Hjá NSÍ stóð Helgi L. Petersen sera sterkur ímóti gomlu liðfeløgunum í Gøtu. Hann arbeiddi sum ein hestur, vann nógvar nærdystir og megnaði ikki so sjáldan at sneiða fleiri av mótstøðumonnunum av sær, og harvið gjørdust støðurnar vandamiklar.
Í miðverjuni hjá GÍ hevði Bartal Elissen, sum tykist eitt sindur plágaður av fótskaða, fyri tað mesta gott tak á Óla Hansen. Men Óli vann eina duell, og tað var við til at avgera, at stigini vóru í Runavík.

Málríkt seinna umfar
NSÍ hevði í 1. hálvleiki eins nógv spæl og møguleikar sum gestirnir, og í 2. hálvleiki vóru teir oftast leikliga omaná. Upprunin til útjavnandi málið var diagonalsending úr vinstru. Ian Højgaard, sum alla tíðina var uttasti miðvallarin í høgru, sneiddi ein av sær, áðrenn hann sendi innfyri málið. Helgi L. Petersen tamdi, men fekk ikki sent móti málinum. Bólturin fór til innskifta Gert Langgaard, og hann sendi flatt inn um Hallur Hansen, sum alla tíðina var stórt álit í GÍ málinum.
NSÍ kom á odda, tá seinna umfarið var næstan hálvrunnið. Áslakur R. Petersen var um at beina innleggi úr høgru í egið mál, men bólturin fór út til horna. Tað sendi Sjúrður Jacobsen innfyri, og Óli Hansen var hægstur og stútaði dygst inn undir samankomingina. Eitt fínt mál.
GÍ svaraði aftur, og útjavnandi málið var heppið. Sámal Joensen sendi fríspark uttanvert brotsteigin í manngarðin, bólturin stakk út aftur til GÍ liðformannin, sum royndi ímóti málinum. Bólturin tók høvdið á Bartali Eliassen og fór í málið.
So sá tað út sum um, at tað skuldi ganga NSÍ, sum tað so mangan hevur gjørt á heimavølli. Men teir fingu sigursmálið eitt korter undan leikloki. GÍ verjan gav í høgra borði púra óneyðugt fríspark. Jónstein Petersen sendi innfyri, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tí GÍ verjan skuldi hava hildið. Tað vóru gøtumenn á og kring vøllin ikki nøgdir við. Sjúrður Jacobsen var tryggur úr ellivu metrum.
GÍ royndi at trýsta, men tað var ov lítil tyngd og broddur í. Við væl arbeiðandi og skilagóða Helga L. Petersen sum krumptappi á miðvøllinum og við Pól Thorsteinsson og Jens Martini Knudsen sum køldum stýrimonnum í verjuni eydnaðist tað at halda tætt. Og so var tað týðuligt, at stóra byrðan, sum tað var hjá NSÍ at tapa 4?0 í fyrsta umfarinum, ikki tyngdi so nógv longur.
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Arnfinn Langgaard, Pól Thorsteinsson, Jónstein Petersen ? Ian Højgaard, Helgi L. Petersen, Sjúrður Jacobsen, Eddie Mikkelsen ? Óli Hansen, Sonni L. Petersen
GÍ: Hallur Hansen ? Áslakur R. Petersen, Bartal Eliassen, Leivur Hansen, Magnus Skoralíð ? Hans Pauli Petersen, Magni Jarnskor, Jóan Petur Olsen, Sámal Joensen ? Súni Fríði Johannesen, Krzystof Popczynski