Drál orsøkin til, at Hendur & Hugflog er farið fyri bakka

Flaggskipið hjá heimavirkisáhugaðum føroyingum er farið fyri bakka vegna drál frá Vinnuframagrunninum og vantandi peningaligum stuðli haðani. Tá ið avtornaði restaðu um 50.000 krónur í

HEIMAVIRKI

Beint upp undir ólavsøku seinastu fýra árini hava um 5000 fólk leitað sær til stóru og fjølbroyttu framsýningina, Hendur & Hugflog, sum Føroya Heimavirkisfelag hevur skipað fyri í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Fíggjarliga hevur tiltakið øll árini verið stuðlað úr Grunninum fyri Íðnaðarfremjandi Endamál. Hesin varð í heyst avloystur av nýstovnaða Vinnuframagrunninum. Framsýningin hevur øll árini verið sera forkunnugt við nógvum framsýnarum úr Føroyum og innbodnum uttanlands.
Í ár verður framsýningin av ongum, og framsýnarar í Føroyum og uttanlands hava fingið avboð. Orsøkin er vantandi peningaligur stuðul og drál frá Vinnuframagrunninum. Søkt varð um stuðul haðani uppá 170.000 krónur, men tá ið avtornaði fingu fyrireikararnir játtað helmingin. Tá ið málið eftir áheitan frá fleiri varð tikið upp aftur, fingu fyrireikararnir eina kenslu av, at umsóknin fór at verða gingin á møti, soleiðis at stevnan kundi haldast. Men langt um leingi komu boðini um, at 40 prosent av tí umsóknin ljóðaði uppá, kundi játtast.
- Tað er líka so nógv drálið sum vantandi peningaligi stuðulin, sum er orsøkin til avlýsingina. Vit kundu havt reist pengarnar aðra staðni frá, um vit í góðari tíð fingu at vita, at stuðulin gjørdist so lítil, men hóast vit hava rykt eftir svari, kom einki svar. Tað minsta Vinnuframagrunnurin kundi gjørt, var at boða okkum frá í góðari tíð, hvørji útlit vit høvdu. Skotbráið var ov stutt at finna pengar aðra staðni, og tað er ógvuliga spell, tí tá ið saman um kemur, vanta bert uml. 50.000 krónur, sigur Randi Vang, ein av fyrireikarunum.
Tað er kostnaðarmikið at skipa eina framsýning, sum Hendur & Hugflog. Í ár varð roknað við, at hon fór at kosta umleið 330.000 krónur. Helmingurin av kostnaðinum bera atgongumerkjasølan og tey, ið taka lut á framsýningini í básleigu. Hin helmingurin er stuðul.
Vinnuframagrunnurin kann lata upp í 80 prosent av eini verkætlan, men setir treytir við, at eingir aðrir almennir pengar skulu vera inni í myndini. Sjálvur landsstýrismaðurin í vinnumálum harmast um, at framsýningin fer fyri bakka, veit Randi Vang at siga.
Menningarstovan hevur verið við øll árini fyri at veita sakkunnleika og hjálp. At hon ikki skuldi vera við í ár, hava fyrireikararnir av stevnuni vitað leingi. Kortini hava fólk av Menningarstovuni verið við til at søkt pengar til stevnuna í ár eisini vegna Føroya Heimavirkisfelag.
- Uppgávan hjá Menningarstovuni hevur verið at hjálpa okkum, men neyvan hava tey roknað við, at skiftistíðin fór at gerast so trupul og stevnan av ongum, sigur Randi Vang.

Mentan og vinna
Framsýningin Hendur & Hugflog er ein samantvinning av mentan og vinnu, eitt átak ætlað at menna førleikan hjá listhandverkarum og heimavirkisáhugaðum føroyingum. Dreymurin hjá fyrireikarunum hevur alla tíðina verið, at onkur fær eina vinnu burturúr.
- Vit hava lært, at tað er kanska eitt í so høgt mál at seta. Ístaðin síggja vit, at handverk og listararbeiði er vorðin ein góð hjávinna hjá nógvum, og tað í sjálvum sær er gott, sigur Randi Vang.
Framsýnararnir, sum hava tikið lut á framsýningini og sum ætlaðu at taka lut í ár, eru ógvuliga harmir um, at hon er avlýst.
- Nógv eru rakt og vónbrotin. Í londunum kring okkum verða javnlíkar søluframsýningar mettar at eiga stóran leiklut í at geva íblástur til nýhugsan, og fremja áhuga hjá unga fólkinum. Aftan á fimm ára royndir hava vit sæð góðar spírar spretta.
- Tað er eitt satt vónbrot fyri fyrireikingarnevndina, at átakið Hendur & Hugflog, sum eftirhondini er vorðið flaggskipið hjá okkara handverksfólki ikki fekk somu møguleikar eins og undanfarnu árini.
Handverksøga landsins er í stóran mun siðsøga landsins. Mangir liðir í okkara mentan nema við og tengja seg at hesi søgu. Nógv virði fer fyri skeyti, og tjóð okkara verður nógv fátækari, um vit ein dag bert kunnu lesa um hana í eini bók. Heilt øðrvísi er, um góðir siðir eru livandi. Sleppa vit øllum hesum upp á fjall, gerast vit ein flákrandi skari í einum køldum Cyberspace.
Randi Vang setir spurnartekin við, hvør hevur ábyrgdina av, at handverks- og heimavirkismentanin verður latin komandi ættarliðum.
- Í londunum kring okkum eru sterku binditradisjónirnar við at fara, og eg síggi sama vanda her hjá okkum. Nógvar ungar gentur hava ongan møguleika at læra at binda og hekla til dømis, tí eingin er at læra tær. Vit, ið eru frammi nú á døgum, hava ábygdina at bera henda arvin víðari. Vit eru bæði virkandi hendur og myndugleikar, ið skapa góðar umstøður til at menna fólkamentanina, sum enn livir sítt fríska lív, sigur Randi Vang.