Val og samgongumøguleikar
Ein av teimum mest spennandi innanflokka valdystunum til løgtingsvalið fór fram í Havnini millum teir báðar vengurnar í Fólkaflokkinum, øðrumegin Óla Breckmann og Bjarna Djurholm, sum umboða tann meira hóvliga vongin í sjálvstýristilgongdini, og so Poul Michelsen og Bjarta Mohr, sum umboða tann meira víðgongda fullveldisvongin. Úrslitið gjørdist, at Óli og Bjarni vórðu afturvaldir, og hetta kann møguliga hava ávirkan á samgongusamráðingarnar, sum nú eru. Tað kann hava við sær, at áhugin fyri samstarvi við Javnaðarflokkin verður tað størri og at Tjóðveldisflokkurin ikki skal kenna seg alt ov tryggan í ro royndunum at skipa eina nýggja samgongu.
Bjarni Djurholm fegnast um úrslitið av valinum. Hóast hann misti einar 200 atkvøður í mun til seinasta val, hann fekk góðar 380 atkvøður, so er hann sera væl nøgdur við úrslitið. Hann vísir á, at flokkurin hesaferð stillaði nógv nýggj og ung andlit upp, og tað varð givið, at tey fóru at fáa væl av atkvøðum. At partamaðurin Óli Breckmann skoraði sínar 511 atkvøður heldur Bjarni Djurholm var væntandi, tí hann hevur sínar føstu atkvøður, og tær vil hann varðveita soleingi hann stillar upp til løgtingsval.
Krøv til samstarv
Bjarni Djurholm, sum hevur verið landsstýrismaður part av skeiðnum, heldur, at úrslitið av valinum setir stór krøv til flokkarnar um at samstarva. Skal tú halda fast við veandi samgongu kemur hon at hava eitt sera veikt parlamentariskt grundarlag, um tú bara víðkar hana við Miðflokkinum. Hinvegin kann man so siga, at fór man út í hitt borðið, og Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin og teir smáu flokkarnar skipaðu samgongu, so hevði man havt somu støðu, nevniliga eitt veikt grundarlag. Og tekur man so tjóðskaparliga ásan eru væl heldur ikki har talan um sterkar samgongur
-Skal man vera realistiskur og pragmatiskur, so kundi eg hugsað mær, at jú meira tú samstarv er tvørtur um miðjuna tess betri parlamentariskt grundarlag hevur tú fyri at taka støðu til álvarsmál. Og tað heldur Bjarni Djurholm vit hava brúk fyri. Samanlangt yvir eitt fýra ára skeið tørvar okkum stabil politisk viðurskifti.
Men spurningurin er so, hvussu tað verður skrúvað saman.
Bjarni Djurholm: -Tekur tú Miðflokkin inn einsamallan í samgonguna, so hevur tú ikki nógv at geva av, tá tað kemur til mál, sum hava stóran samfelagsligan týdning og harvið krevja, at tú hevur sterkan rygg. Tað er nú bara so, at smælar samgongur kunnu vera góðar, tí man er so bundin at hvørjum øðrum, og tað kann vera ein styrki, men smælar samgongur hava eisini tann veikleika, at tá tað kemur til avgerandi mál, skal einki til at parlamentariska grundarlagið er burtur. Tí vil eg halda, at skal tað síggjast yvir eitt heilt valskeið, so má tað vera ein fyrimunur fyri allar partar, at vit fáa eitt breitt parlamentariskt grundstøði. Tí havi eg alla tíðina undir valstríðnum verið av tí fatan, at ein samgonga við trimum av stóru flokkunum vil vera ein sterk samgonga. Men hvat er realistiskt møguligt má løgmaður meta um.
Bjarni Djurholm sigur víðari, at at hyggja vit eftir tí tjóðskaparliga ásanum, har Tjóðveldið stendur øðrumegin og Sambandið hinumegin, so er greitt, at tað verða Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin á miðjuini, sum her mugu til at samstarva og byggja brýr tann eina ella hin vegin.
Men her eru nógvir ymsir samgongumøguleikar eins og Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur gjørdi greitt í Sosialinum eftir valið. Ein møguleiki er so samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og teir báðar smáu. Ein møguleiki er eisini Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin og teir smáu flokkarnir.
Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin saman við øðrum av hinum stóru flokkunum vil hava tað breiðasta parlamentariska grundarlagið. Sjálvstýrisflokkurin hevur verið við og er við í samgonguni, og kundi Bjarni Djurholm hugsað sær, at hann, uttan mun til hvør loysn verður vald, verður ein partur av tí parlamentariska grundarlagnum. Verður hann við verður parlamentariska grundarlagið ógvuliga breitt, tí hann hevur sagt seg kunnað ganga fleiri vegir.
Bjarni Djurholm ivast ikki í, hvør samgonga enn verður skipað, so verður neyðugt at talvan verður vaskað rein aftur. Við hesum sipar hann ikki minst til tað ikki framúr góða samstarvið við Tjóðveldisflokkin.
Standi við mítt
-Tú er tann í Fólkaflokkinum, sum mong í Tjóðveldisflokkinum hava verið mest ónøgd við og ynskja, har piparið grør. Og neyvan er tað nakað dulsmál, at tjóðveldisfólk sóu heldur ein Poul Michelsen á tingi í dag enn Bjarna Djurholm. At tú og Óli Brekcmann kortini vunnu valið í Havn móti meira fullveldissinnaðum fólkafloksvalevnum kann tað koma at merkja, at tit báðir fara at royna at fáa løgmann ikki at fara inn í eitt framhaldandi samstarv við Tjóðveldisflokkin?
-Vit hava tosað um hesi tingini innanhýsis, og semja er um, at løgmaður kannar allar upplýsingar. Eg taki undir við, at løgmaður kannar møguleikarnar, at hann eisini tosar við samgonguflokkarnar fyri at vita, hvat man hevur felags og hvat man kann samstarva um. So eg havi ikki lagt meg á nakað enn men vil bíða eftir, at løgmaður hevur tosað við ymsu flokkarnar.
Bjarni Djurholm, sum av eitt nú tjóðveldisfólki hevur verið skýrdur sambandsmaðurin í Fólkaflokkinum tekur sær ikki tikni av hesum skoðsmáli og sigur, at tað skal ikki vera nakar ivi um, at tað hann hevur gjørt og skrivað standur hann framvegis við, men hóast stóra mótstøðu og kapping, so vísti valúrslitið, at tað hann stóð fyri varð ikki víst aftur av veljarunum og tað tekur hann sum eitt herðaklapp.
-Eg eri sannførdur um, at rættiliga pragmatiska linjan eg havi lagt meg eftir, og har eg havi peikað á eitt breitt samstarv í sjálvstýrismálinum, hevur undirtøku millum mong. Og tað taki eg sum eina ábending um, at fjøldin av okkara ella mínum veljarum eisini vil. Hetta gevur okkum eisini tað signal, at nógv ynskja eina breiða samgongu. Hyggja vit at veljarakanningunum, tá man tosar um ríkisrættarligu viðurskiftini, so ynskir fjøldin av Føroya fólki broytingar í viðurskiftunum við Danmark, og tey flestu, við undantaki av teimum, sum eru mest afturhaldandi, kunnu ganga langt við broytingum. Og tá so greið ábending er um, at 2 av 3 veljarum taka undir við eini pragmatiskari linju mótvegis dønum, so haldi eg at úrslitið í Havn í hvussu er undirbyggir tað. Tí sigi eg, at ein breið samgonga kundi nettup gingið teimum ynskjunum á møti, uttan at eg skal leggja meg út í samráðingarnar.
Tjóðveldið skal ikki sleppa at seta dagskránna
-Tá tað nú vísir seg, at hóvligi vongurin í Fólkaflokkinum í hvussu er í Havn hevur vunnið, og tað er greitt, at Fólkaflokkurin ikki hevur tikið undir við nógvum av tí, sum Tjóðveldsiflokkurin hevur ført fram undir valstríðnum, merkir tað so, at tit kunnu koma at seta krøv til Tjóðveldsiflokkin skulu tit halda fram í samgongu?
-Tjóðveldisflokkkurin hevur havt dagskránna í fýra ár bæði so og so. Bæði í loftmiðlum og bløðunum hava teir litað politiska gerandisdagin. Flokkurin legði sera stóra orku í at vinna hetta valið og hevur brúkt nógva orku til tað, men eg kann staðfesta, at flokkurin gekk aftur. Hóast vit eisini mistu nakað, so kann man siga, at tað er eingin orsøk til at halda, at tey 23 prosentini, sum mynda Tjóðveldisflokkin, einsamøll skulu eiga dagsskránna næstu fýra árini. Og her ikki minst tá tveir triðingar av føroyingum taka undir við lagaligum og pragmatiskum broytingum mótivegis dønum. Tá haldi eg, at øll og eisini Tjóðveldisflokkurin gera rætt í at lurta eftir veljarunum.
Bjarni Djurholm sigur víðari, at við teimum møguleikum Tjóðveldisflokkurin hevur havt, við teimum midlum hann hevur átt og við tí máta hann koyrdi valstríðið uppá, so kann man siga, at hann fekk ikki nakað gott val. Tað kann so bara merkja, at teir í veruleikanum eiga minni enn fjórða hvønn føroying, sum heldur, at teirra leið er tann rætta.
-Uppfataði tú eisini valstríðið hjá Tjóðveldisflokkinum sum eina fólkaatkvøðu um loysing ella samband?
-Úttalilsini hjá Tjóðveldsiflokkin tá vóru púra gerið. At hetta var eitt lagnuval og at framtíðin hjá Føroya fólki lá í hesum valinum. Og tí uppfataði eg í hvussu er hetta valið sæð frá teirra síðu sum eitt ultimativt krav um at fara inn í framtíðina ella aftur í fortíðina og at hetta skuldi takast sum ein fólkaatkvøða. Bjarni Djurholm heldur tó ikki, at Tjóðveldisflokkurin hevði eitt vánaligt val men samanborið við tað teir settu upp og ta dagsskrá teir settu fram, so vunnu teir ikki valið, og hyggur man at prosentvísa lutfallinum millum samgongu og andstøðu kann man siga, at hetta er enn ein orsøk til at umhugsa eina breiða samgongu. Tað er eitt argument fyri at vit fáa eina dygga parlamentariska breidd undir tí arbeiði, sum skal gerast.
Sambandið og valið
Edmund Joensen, formaður í tingbólki Sambandsfloksins segði við Sosialin í gjár, at man skyldar fóllkaviljanum, at flokkar, sum vunnu valið hava krav uppá at koma í samgongu. Hvat sigur Bjarni Djurholm til tað!
-Soleiðis sum Stýrisskipanin er skrúvað saman liggur initiativið hjá løgmanni, og tá hevur hann bæði rætt og skyldu til at kanna allar møguleikar, tí hann hevur ikki ein meiriluta ímóti sær. Røkkur hann ikki hesum, so veit eg, at løgmaður, sum er sera demokratiskur av lyndi, kemur ikki at fasthalda seg til valdið. Men hann hevur jú møguleikarnar. Ein og hvør vildi gjørt sum hann.
-Hví heldur tú Sambandið fekk so gott val?
-Polarseringin var orsøkin. Sambandsflokkurin hevur samanlagt neyvan nakað serligt at rósa sær av realpolitiskt seinastu árini. Men hann er ímyndin av tí øvugta av tí, sum Tjóðveldsiflokkurin er. Fólk hava atkvøtt ímóti Tjóðveldisflokkinum, tá tey hava atkvøtt fyri Sambandsflokkinum. Har hevur trupulleikin ligið hjá bæði Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum, hvussu man fótar sær í hesum meldrinum millum tað svarta og tað hvíta, har man ber seg kanska meira politiskt sekteriskt at heldur enn sum politiskir flokkar. Tvs. at fólk verða sett í bás. Antin er tú hvítur ella órættvísur. Antin er tú fortaptur ella nær sagt bjargaður. Í hesum meldrinum lá Sambandið væl fyri. Tað var so ikkk uppá sín gerandispolitikk, at Sambandið vann, tí eg minnist ikki nøkur mál av týdningi, sum skuldu gjørt, at hann skuldi vaksið annars.
Fáa ikki eina reina vøru
Aftur til samgongumøguleikarnar. Bjarni Djurholm heldur ikki tað ber til at fáa eina reina vøru av nøkrum slag uttan mun til, hvussu tú setir eina samgongu saman. Tú kanst t.d. ikki fáa reinan høgrapolitikk ella reinan vinstrapolitikk.
-Føroyskur politikkur hevur fýra dimentiónir, men eingin av teimum kann í dag gerast veruleiki sum eitt einstakt og berandi alternativ. Tí eru vit eisini í eini sera løgnari støðu. Vit eru tí noydd til at samstarva meira enn nakrantíð eftir hetta valið. Tað kann eisini vera áhugavert. Hetta tvingar okkum øll til at samstarva, og tað er kanska eisini gott heldur tingmaðurin, sum heldur ikki útihýsir møguleikanum fyri, at hann kann halda fram sum landsstýrismaður í vinnumálum, ein sess honum dámar sera væl, tí hann er bæði spennandi og hevur nógvar avbjóðingar í sær. Men man kann so eisini siga, at tað tá verður lagnunnar speisemi, at argasti kappingarneyti hansara til valið, Poul Michelsen, tá sleppur á ting og kann harvið skapa sær eitt gott grundarlag til eitt komandi valstríð um fýra ár ? móti m.a. Bjarna Djurholm. Soleiðis er so mangt í politikki.










