Føroya gull vorðið Føroya umhvørvistrupulleiki

Løgið er við hugsunarsambandi (association). Hoyrdi í útvarpinum nú ein dagin, at Landsstýrið vildi geva 500 túsund krónur um árið í 5 ár fyri at innsavna ullina í Føroyum. Seljarin skuldi í fyrstu atløgu fáa 4 kr. fyri kilo.

Og í somu løtu hoyrdi eg fyri mær John Mogensen syngja: »Det er noget galt i Danmark« og við óhøviskum orðum siga frá, hvussu illa statt tað var við »Dybbøl Mølle«. John Mogensen, ið var samfelagsrevsandi yrkjari, gjørdist rættiliga kendur av hesi yrking í 1971. Eg minnist Marius Johannesen, fyrrv. háskúlastjóra, koma inn á gólvið, hann var skelkaður av, at slík yrking um »Dybbøl Mølle« kundi sendast gjøgnum útvarpið. Tíðindi um ullina komu fleiri ferðir, og hvørja ferð hoydir eg John Mogensen við vísu síni. Eg hugsaði við mær sjálvum, at um Gøtu Tróndur hevði vaknað við aftur, hevði hann neyvan verið mjúkari í orðum um ullina, enn John Mogensen var um »Dybbøl Mølle«.
Tað tvørsagnarliga (paradoksala) við hesum tíðindum er, at tey koma ein góðan mánað aftan á, at vit í Sosialinum hava lisið um nýsælendingin, sum í eini 4-5 ár hevur verið í Føroyum og rakað (barberað) seyðunum við elmaskinu, aftan á at seyðurin er væl filaður, soleiðis, at bæði verandi og komandi ull verður oyðiløgd. Síðst í juli mánað kunnu vit síggja seyð renna runt í haganum, sum suðuroyingurin tók til á sinnið, sum skoldaðar apur. Ólíka vakrari er at síggja eina væl fílaða ær fara av rættini, har kvívurin var amboðið. Í sama Sosiali stendur, at Royndarstøðin í Kollfjaðardali hevur keypt tvær elmaskinur til sama endamál. Skilji tað, hvør ið vil. Hetta er ímóti allari føroyskari siðvenju. Var tað eitt skip, ið hevði gingið so illa um fiskin, hugsi eg, at teir høvdu mist fiksiloyvið. Elmaskinan hoyrir til einullaðan seyð.
Hin føroyski seyðurin er tvíullaður, t.v.s. hevur rót og brodd, og út frá hesum eginleika er tað, vit hava okkara siðvenju. Av einum og sama seyði kunnu vit fáa trý sløg av tógvi, nappað, samfingið og broddatógv (toggarn). Tann stóri trupulleikin er, at fyri at fáa tað góða mjúka tógvið, má ullin nappast.
Hvørji eru so ráðini til at taka. Jú, fyrst og fremst, at allir, sum seyð hava, taka seg saman í eitt felag eins og í øðrum londum. Gera ein miðdepil, har øll ullin verður savnað. Til ber ikki á hesum sinni at greina út í æsir, hvussu hetta gongur fyri seg. Bert kann eg siga, at í Noregi hava teir eitt felag, sum eitur »Norges Kjøtt og Fleskecentral«. Hesin felagskapur gevur ágóða bæði til teir, ið selja, og teir, ið keypa. Har fáa teir, ið ullina selja, um teir lúka ásettu góðskukrøv, verðinsmarknaðar prís, meðan verksmiðjurnar kunnu keypa flokkaðu ullina aftur fyri nógv lægri prís. Til dømis fekk seljarin í 1986 kr. 54,20 fyri kilo, sum verksmiðjan kundi keypa aftur fyri kr. 15,20. Í øðrum londum hava tey nógv ymisk seyðasløg, har ullin verður flokkað hvør fyri seg eftir eginleika, tá ber til at keypa ull eftir ynski.
Skal ullin í Føroyum hava nakað sum helst virði, er heilt neyðugt at æla fram teir góðu eginleikarnar í ullini. Eitt annað, sum er líka átrokandi, er at burturæla arvaeginleikarnar frá útlendskum seyði. Sjálvt um tað ikki hevur verið loyvt at innflyta seyð tey seinastu 40 árini, eru arvaeginleikarnir líka treiskir sum arvasyndin í Luthers Katekismus.
Eitt, sum eg tó eri bangin fyri, er farið í søguna, er at nappa við hond. Um ymisk smá feløg høvdu tikið seg saman fyri at nappað nóg stóra nøgd og sent tað inn undir einum, hevði tað kanska verið møguligt at fingið tað spunnið á spunavirkjum.
Av og á síggja og hoyra vit ábreiðslur um, at tøtingarvirkini innflyta fremmanda ull; men sigi mær, hvørjar aðrar møguleikar hava tey, tá ið ikki ber til at fáa nappaða føroyska ull?
Eg veit um mann, sum hevur lagt stóra orku og nýtt nógva tíð uppá at finna fram til eina maskinu, ið bæði kann vaska og nappa. Seinast, eg spurdi hvussu gekk, var svarið, at hann hevði roynt at fingið fígging, men tað hevði ikki eyðnast. Nú er tað eg spyrji, hava vit ráð til at lata vera? Um tað skuldi eyðnast, at maskinan var nýtilig, eri eg vís i, at bæði Noreg og Ísland høvdu verið fegnir. Teir hava roynt í felag at funni fram til somu maskinu, men tað hevur ikki eyðnast enn. Eg vil halda, at tað er so umráðandi at fáa roynt hetta, at sjálvt um tað ikki eyðnaðist, var tað eina roynd vert.
Eitt, sum eisini verður neyðugt, er at fáa eitt litingarvirki. Byrja kundi verið í smáum.
Lesa vit um seyð, tað verði seg í føroyskum ella útlendskum bókum, verður støðugt víst á, at á oynni »Soay« á St. Kilda finnist enn sama seyðaslag, óblandað, sum vit høvdu á »Lítlu Dímun«. Hevði tað ikki verið áhugavert at fingið nakrar fáar seyðir av hesi oyggj og til dømis havt teir úti í Koltri?
Nú fáa vit so at síggja, hvussu fyrsta royndin við at innsavna ullina fer at roynast.
Góða eyðnu!