? Eg mátti spara Toda

? Tað loysir seg ikki at taka nakran kjans, nú Todi endiliga er komin fyri seg aftur. Tí valdi eg Peter Møller fram um, segði Hans Backe

Venjarin hjá FC Keypmannahavn gjørdi av at seta Toda Jónsson á beinkin, tá FCK spældi steypafinaluna hósdagin.
? Tað loysir seg ikki at taka nakran kjans, nú Todi endiliga er komin fyri seg aftur. Tí valdi eg Peter Møller fram um Toda til hendan dystin, segði Hans Backe, tá hann hitti pressuna eftir tapið móti OB.
? OB hevur eina sera kropsligt sterka verju, og tað hugsaði eg eisini um, tá eg tók Peter Møller fram um Toda.
1 metur og 90 høgi Peter Møller spældi út til miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Todi kom á vøllin fyri hann. Tá hevði Brøndby-Møller ikki gjørt nógv um seg, men hevði runnið í rangstøðufelluna hjá OB einar fimm ferðir. Hann hevði tó eitt skot á tvørstongina stutt fyri, at hann varð tikin út.

Avgerðin bíðar
Todi hevur fyrr í ár biðið um at verða spardur til onkran dystin, men tað hevði hann ikki gjørt hesaferð.
Tað var tí avgerðin hjá FCK-venjaranum sum gjørdi, at Todi sat á beinkin meginpartin av tí avgerandi steypadystinum.
? Sjálvandi vildi Todi ikki sparast nú, tí hetta var ein finala. Todi venur nú á hædd við hinar spælararnar, og hann spælir væl, tí vildi eg ikki taka nakran kjans. Eg má eisini hugsa um, at Todi hevur verið nógv skaddur, og at spæla tveir so harðar dystir innan fáar dagar, kann kosta, segði Hans Backe.
? Tað er heldur ikki stórvegis munur millum Toda og Peter Møller. Báðir hava skotið avgerandi mál fyri okkum í ár.
Byrjar Todi so inni ímóti Brøndby sunnudagin?
? Tað kann eg ikki siga. Vit venja fríggjadagin og leygardagin, og aftaná taki eg støðu til tað.
Tað verður tó mett sannlíkt, at Todi verður á vøllinum frá fyrsta bríksli í stórdystinum ímóti Brøndby. Peter Møller gjørdi í øllum førum ikki stórvegis reklamu fyri sær sjálvum í steypafinaluni, meðan Todi hinvegin legði upp til málið hjá FCK.