Hoyrt frá biologisku foreldrunum eftir 25 ár

Í Keypmannahavn gongur ein klaksvíkingur frá Korea og smílist. Hann eitur Rúni Kim Petersen, og hann smílist, tí lívið er so ótrúligt og spennandi. Rúni er ættleiddur og hevur búð í Klaksvík øll barnaárini. Beint fyri 25 ára føðingardagin fekk hann eitt bræv frá biologisku foreldrunum í Korea. Tey vilja fegin hava samband við hann

Meðan skelkurin so líðandi er við at missa takið á familjuni Petersen í Klaksvík, gongur 25 ára gamli Rúni Kim Petersen, og sendir smíl til høgru og vinstru í Keypmannahavn. Meðan vit spáka í einum av vøkru urtagørðunum í býnum, sigur hann frá teimum spurningum, sum stinga seg upp, tá ein er ættleiddur. Hann sigur frá, hvat hann hugsaði, tá hann fekk brævið frá biologisku foreldrunum, og hvussu sjálvt lívið bráddliga fær ein annan dám, tá nakað so óvæntað, sum hetta hann nú upplivir, hendir.
- Jamen, lívið er bara so spennandi, flennir hann.
- Tú hugsar kanska ikki um tað í gerandisdegnum, men í veruleikanum veitst tú aldrin, um júst hesin dagurin fer at broyta títt lív. Tað er nokk hendan fantastiska kenslan av, at alt kann henda, sum hevur ávirkað meg mest í øllum hesum, heldur hann fram, og sendir enn eitt strálandi smíl til umheimin.

Bræv frá Korea
Rúni Kim Petersen er føddur í Korea, uppvaksin í Klaksvík, men hevur búð í Keypmannahavn, síðan hann var 22 ár. Hann hevur trý systkin, tveir beiggjar og eina systir, sum øll búgva í Danmark.
Fyri nøkrum vikum síðani, fekk mamma Rúna eitt bræv frá adoptiónskontórinum í Århus. Skrivstovan sendir regluliga kunnandi tilfar til familjurnar, sum hava ættleitt gjøgnum tey, so hesum var einki óvanligt í. Hon fekk tó ein hvøkk, tá hon læt brævbjálvan upp. Brævið var frá biologisku foreldrunum hjá næstelsta soni hennara, Rúna. Tey vilja fegin hava samband við barnið, sum tey ættleiddu burtur fyri 25 árum síðani.
- Mamma varð skelkað, og bleiv so rørd, at hon fekk tár eyguni, sigur Rúni.
- Tað hevur nokk verið ringt hjá henni, tí hon var einsamøll, tá hon fekk brævið. Pápi var uttanlands, hon fekk tí ikki fatur á honum beinanvegin. Eftirsum hon ikki vildi siga mær tað í telefonini, hevði hon ongan at deila nýggjheitina við. Tað hevur nokk kenst sum ein evigheit, leggur hann aftrat.
Tá brævið kom, var Rúni og vitjaði systrina, sum er undir lesnaði í Odense. Pápin kom til Odense á veg til Føroya at siga honum, hvat var hent.
- Hann gekk soleiðis rundan um meg. Spurdi so, um eg ikki kom við at keypa eplir. Nei, tað helt eg ikki. Sat akkurát og tókst við okkurt. Jú, kom nú við, segði hann, men eg hevði ikki hug. At enda segði hann: Eg skal altso tosa við teg, fortelur Rúni.
- Eg hugsaði: Ups, hvat havi eg nú gjørt, fortelur hann og flennir.
Komnir útum, segði pápin Rúna frá, at hansara biologisku foreldur høvdu sett seg í samband við tey, og gav honum síðan brævið.
- Eg ristist á hondunum, tá eg tók brævið. Tað fyrsta eg hugsaði var: Hví nú? Hví eftir 25 ár? Sigur Rúni og leggur aftrat, at hann hvørki var serliga glaður ella keddur. Hann var bara skelkaður. Hann heldur, at grundin til, at hann hoyrir frá teimum nú, er, at hann er vaksin nú. Haraftrat er biologiski pápin sjúkur og er ikki so væl fyri.
 
Puslispælið gongur upp
At kenna, at biologisku foreldrini veruliga eru til, og at tey hugsa um ein, gevur eina kenslu av, at puslispælið endiliga gongur upp. Tað er sum um ein deilur av samleika tínum altíð hevur manglað, men nú er funnin, greiðir Rúni frá.
- Tá tú ert ættleiddur, eru fyrstu dagarnir av tínum lívi ikki kendir av nøkrum, sum eru rundan um teg. Tú veitst ikki, hvat hendi. Tú veitst ikki, hvat klokkan var, tá tú vart føddur. Hetta er sovorðið, sum øll onnur taka fyri givið. Tað er ein partur av teirra lívssøgu, at tey vóru fødd har og har, klokkan tað og tað, sigur Rúni. Tí kennist tað, sum um eg eri ein annar persónur í dag. Tann dagin eg fekk brævið, var fyrsti dagurin í einum nýggjum lívi. Eg kenni tað, sum eg skal byrja mína lívssøgu umaftur, fortelir hann.

Týdningarmesta svarið

Rúni veit nú, at hann hevur tveir brøður í Korea. Ein yngri, sum er 20 ár og ein eldri, sum er 28 ár. Í brævinum frá biologisku foreldrunum stendur, at Rúni varð ættleiddur, tí tey fóru frá hvørjum øðrum, ímeðan mamman var við barn. Hon skuldi nú vera einsamøll við tveimum børnum, og megnaði ikki at breyðføða tey. Hon gjørdi tí av at ættleiða barnið burtur, sum hon gekk við. Nøkur ár seinni komu foreldrini tó saman aftur, og fingu enn ein son. Tað týdningarmesta fyri Rúna var at fáa svar uppá, hví hann varð ættleiddur.
- Eg havi altíð hugsað um hví ? og nú veit eg hví. Uttan mun til, hvussu hetta spælir av, havi eg fingið svar uppá spurningin, sum hevur plágað meg mest, sigur Rúni.
Hann hevur eisini hugsað nógv um, hvussu tey hava tað, hvat tey gera, og um tey hava eitt gott lív. Spurningar, hann endiliga hevur fingið svar uppá.
Tá foreldrini, Jana og Jaspur Petersen, ættleiddu Rúna, valdu tey, at biologisku foreldur hansara skuldu hava møguleika fyri at seta seg í samband við hann, um tey ynsktu tað. Tað er tó sera sjáldsamt, at hetta hendir, og av tí sama er tað aldrin fallið Rúna inn, at hann skuldi hoyra frá teimum. Hann hevur heldur ikki hugsað um at leita eftir teimum. Tað hevur hann ikki havt brúk fyri.
- Orsøkin er sera einføld, eg havi eina familju, sigur hann. Hann hevur heldur aldrin kent nakað serligt tilknýti til Korea, men hevur onkuntíð hugsað um, hvussu lív hansara hevði verið, um hann ikki var komin til Føroya. Hann hevði tó ikki viljað, at tað var annaleiðis, leggur hann aftrat.

Lært nógv um seg sjálvan
Fyri Rúna, er tað hendingin í sær sjálvum, sum er tað mest fantastiska. Hann svav ikki nógv fyrstu vikuna, tí tað var so ótrúligt, og hann hevur lært nógv um seg sjálvan hesa tíðina.
- Eg kenni meg sjálvan betur nú, sigur hann.
- Eg hevði aldrin væntað, at eg kundi vera í villareiði á hendan hátt. Eg visti ikki míni livandi ráð, tá eg skuldi taka støðu til, hvat eg skuldi svara teimum. Og um eg skuldi svara teimum yvirhøvur. Tú hevur ongan møguleika at vita, hvussu tað heila spælir av, óansæð hvat tú velur. Onkuntíð torir tú ikki reiðiliga at trúgva tí. Tankar nema við teg, at tað kanska ikki er veruligt. At tað ikki eru tíni foreldur kortini. Tú hugsar um, hvat tey vilja tær, hvat tey vænta av tær og so framvegis, sigur Rúni, sum hevur gjørt av at seta seg í samband við Koreafelagið har møguleiki er fyri at tosa við onnur, sum hava verið úti fyri tí sama.

Nógvar spurningar
Hóast í villareiði, hevur Rúni gjørt av, at hann vil hava samband við biologisku foreldrini. Hann hevur nú skrivað eitt bræv, sum verður sent gjøgnum adoptiónskontórið í Århus.
- Fyrst skrivaði eg eitt langt bræv, har eg segði teimum alt um meg. Hvat eg tókst við, og so framvegis, flennir hann.
- Men eftir, millum annað, ráðum frá systur míni, kom eg fram til, at tað nokk er best at byggja eitt álit upp yvir eina tíð. So skrivaði eg eitt nýtt bræv, har eg bara segði, at eg vil hava samband við tey. At eg havi tað gott, og eri uppvaksin í einari lítlari bygd hjá einari familju, sum hevur stuðlað mær í øllum, eg havi gjørt, sigur Rúni. Hann veit enn ikki, um hann ynskir at hitta tey.
- Tíðin vil vísa, hvat sambandið førir við sær, sigur hann. Tað eru tó nógvir spurningar, sum hann kundi hugsað sær at fingið svar uppá.
- Tú hugsar eisini um, um nakrar arvaligar sjúkur eru í familjuni og tílíkt, sigur hann. Og so eri eg sjálvsagt øgiliga forvitin eftir at vita, hvussu tey síggja út. Um vit munnu líkjast, mann eg vera pápabeiggi, alt møguligt sovorðið, sigur hann.

Familjan er í Klaksvík

Rúni greiðir víðari frá, at biologiska famlijan fyri hann, eru nøkur nýggj vinfólk, sum hann skal læra at kenna. Hann hevur bara eina familju, og hon er úr Klaksvík, eingin ivi er um tað.
- Tey vita, hvar tey hava meg, so eg vænti ikki, at tey eru bangin fyri at missa meg, ella eru ótrygg við støðuna á nakran hátt, sigur hann. Til spurningin, um hann er bangin fyri at verða skuffaður, svarar hann nei.
- Eg vænti mær einki. Vit hava ymiska mentan og tílíkt. Korea er jú langt vekk. Men eg havi einki at missa sum so. Eg havi familju og eg havi vinir. Eg kann bara finna enn meiri eftir hetta, sigur hann.
- Eg kenni meg sjálvan betur, og havi sæð hvussu leikandi lívið kann verða, tá tað bjóðar tað mest óvæntaða. Tað er ein uppliving í sjálvum sær. Umheimurin tekur takksamur ímóti enn einum smíli, og vit spáka út úr tí blómandi urtagarðinum langt vekk frá Korea og Klaksvík.