Byggir og selir føroyskar guitarar í Saltangará

Magnus Bjarnastein er sera snøggur í hondum. Fyri 10 árum síðan bygdi hann fyrsta guitaran, og nú hevur hann latið upp handil í Saltangará við guitarum, hann sjálvur byggir.
- Eg fari at byggja standardsnið, bæði bíligari og dýrari, men eg fari eisini at
byggja guitarar eftir ynski, sigur Magnus, sum eisini hevur gjørt alt innbúgvið sjálvur í handlinum, bæði borð, stólar, hillar og lampur.

Handverk & handil

Magnus Bjarnastein byrjaði sum so mangur annar unglingi at spæla á guitar, men sum hann sjálvur sigur, so bleiv hetta ongantíð til tað heilt stóra.
- Eg keypti mær ein elektriskan guitara, sum eg helt vera ógvuliga einfaldan. Helt ikki, at tað sá so torført út at byggja ein slíkan. Hetta sá spennandi út, og eg hevði hug at leita mær fram tilfar og kunnleika um, hvussu ein guitari verður bygdur. Einasti møguleiki var at lesa meg fram til ymisku funktiónirnar, eitt nú um uppbýti at bondum, formlar og reglur.
Magnus sigur, at eitt tað ringasta at finna út av, var funktiónin inni í ?hálsinum? á guitaranum.
- Har situr ein stong innan í, sum hálsurin verður justeraður við. Tað var ikki so lætt at finna út av, hvussu hetta virkaði, og hetta var illa frágreitt í tí tilfari, eg hevði lænt á bókasavninum. Men at enda skilti eg, hvussu hetta hekk saman. Haldi, tað tók mær tað mesta av einum ári at finna út av samanhanginum.

Stór avbjóðing
Tað eru umleið 10 ár, síðan Magnus bygdi tann fyrsta guitaran, og tað tók honum hálvt ár at byggja hann.
- Um hetta mundi var eg sjómaður og fekst við guitaran, tá ið eg var heima. So,
hetta var meira gjørt sum hobby.
Magnus sigur, at tað var ein stór avbjóðing at tekna tann fyrsta guitaran.
- Eg var jú ólærdur, men seinni, tá ið eg hevði lært til snikkara, gekst nógv betur at
tekna. Læran hevur seinni verið mær ein stór hjálp, tí her havi eg lært at skilja eina tekning. Tá ið eg teknaði tann næsta guitaran, var eg byrjaður at læra, og tá gekst nógv betur.
Pápi Magnus, Bjarni, er timburmaður, og tí vóru amboð í húsinum, og hetta gjørdi tað lættari hjá honum at byrja.
- Seinni havi eg so útvegað mær betri amboð til endamálið, og tað hevur eisini gjørt arbeiði nógv lættari.
Sum Magnus nevndi, hevði hann eitt hálvt ár um tann fyrsta guitaran, og í dag kann hann byggja ein uppá 6 dagar, men tá er hann teknaður frammanundan.
- Tað er so tað skjótasta, eg havi bygt ein guitara, sigur hann.

Alt er individuelt
Magnus sigur, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu langa tíð hann brúkar uppá eina tekning.
- Eg kann ganga og hugsa um eitt snið leingi, kanska í eitt heilt ár um tað skal vera. Tá ið eg so at enda havi funnið fram til, hvussu eg vil hava guitaran at síggja út, og hvussu konstruktiónin skal verða, kann tað taka tveir dagar at tekna hann. Men eg kann eisini brúka 14 dagar ella meira til tann partin av arbeiðinum, sigur hann.
Spurdur, um stórur munur er á tí fyrsta guitaranum, hann bygdi og teimum, hann síðan hevur bygt, sigur Magnus.
- Jú, sjálvandi er munurin stórur. Næsti guitarin, eg bygdi, var longu nógv betri enn tann fyrsti, og síðan eru teir bara blivnir betri og betri, sum tíðin er gingin.
Hann sigur, at kvaliteturin og neyvleikin í tí fyrsta guitaranum er ikki tann sami sum í dag, men hesin fyrsti guitarin kann brúkast.
- Eg havi nú bygt 12 guitarar, sum eru lidnir, tveir eru næstan eru lidnir og 5 eru í gerð.
Hóast handverkið hjá Magnusi er sera snøgt og væl úr hondum greitt, heldur hann ikki, at tað at byggja ein guitara, er nakað kunstverk sum so.
- Nei, eg vil heldur siga, at hetta er eitt handverk. Kanska kunnu vit kalla tað kunstverk at byggja klassiskar guitarar ella violinir.

Havt framsýning
Nú Magnus hevur latið upp handil, hevur hann havt framsýning í hølunum við 10 guitarum, hann sjálvur hevur bygt.
Handilin, sum ber sama heitið sum guitararnir ?Bjarnastein?, er í húsunum hjá pápanum, Bjarna. Opið er vanligar dagar frá 13.00-17.30, fríggjadag frá kl. 13.00-18.30 og leygardag frá kl. 9.00-13.00.
Tá ið Sosialurin vitjaði inni á gólvinum í síðstu viku, hevði Magnus vitjan av navnframa guitarspælaranum, Hjalta Joensen, sum sat og spældi á ein ?Bjarnastein?. Hjalti hevur alt gott at bera guitarunum, sum Magnus byggir og legði dent á, at hann gevur teimum besta viðmæli.
- Hetta eru frálíkir guitarar, segði hann avgjørdur.
Spurdur, hvørju kend nøvn spæla á føroysku guitararnar, sigur Magnus, at Jens Marni Hansen í Kollafirði er ein og Rói Christiansen ein annar.
- Niclas Johannesen hevur lænt fleiri guitarar til nýtslu í studio, og Hjalti plagar eisini at læna mínar guitarar , sigur hann.
Av teimum 10 Bjarnastein-guitarunum, sum vóru við á framsýningini, eigur Magnus teir 5 sjálvur. Hesar ætlar hann ikki at selja, men hava teir standandi, so høvi verður hjá fólki, sum støkka inn á gólvið, at royna teir.

Ymiskir prísir
Magnus sigur, at hann fer at byggja standardsnið, bæði bíligari og dýrari, men hann fer eisini at byggja guitarar eftir ynski, sum ikki eru teknaðir frammanundan.
- Tað eru ikki øll, sum hava ráð at keypa ein dýran guitara. Hesi skulu eisini hava
høvi at ogna sær ein ?Bjarnastein?. Eg vænti, at tann bíligari guitarin fer at kosta einar 6.000 krónur, men hann verður ikki verri enn tann dýrari. Tað er hátturin, guitarin er gjørdur og tilfarið, hann verður gjørdur burtur úr sum avgerð, hvussu nógv hann kostar, sigur Magnus Bjarnastein, sum annars hevur gjørt alt innbúgvið í handlinum sjálvur, bæði borð, stólar, hillar og lampur.