Eg meini tað

Grafitti

Lítið mundi australski bushmaðurin gruna, har hann allogin og framyvirboygdur við einum vocabulari uppá nøkur fá einstavilsisorð kom dragsandi konuna eftir hárunum, at nøkur ártúsund seinni skuldi kvøldarítriv hansara heima í holuni eftir at eldurin var uppfunnin gerast eitt altjóða multimillióna bussiness. Og lítið mundi hann gruna, at pr. 24. mars ár 2000 eftir Kristi føðing vóru ikki færri enn 17.563 útbjóðarar á Alnetinum, sum livdu av at forkoma og reinsa burtur eftiraping eftirkomaranna eftir júst hansara kvøldarítrivi.

Grafitti kom hvørki við litkritinum ella málingaspraydósini. Sambært nøkrum serfrøðingum á økinum var holubúgvin meira framkomin í sínum speiandi karikaturum av sínum umhvørvi, enn hip-hop-kultururin er tað í dag í gráu smogum New Yorks.

Men grafitti gjørdist ikki alheims kent fyrrenn í okkara tíð. Kanska tað byrjaði við nátthúsfilosoffunum, sum kroystu onkur hissini veingjaði orð úr sær afturvið eini óflýggjaligari tekning, meðan teir nú kortini gjørdu burturav sær. Kanska var tað Kilroy, sum ongantíð gloymdi at skriva ?Kilroy was here? ? og fekk øll onnur at gera tað sama ? sum var upprunin.

Grafitti varð ikki viðurkend list. Tað var ungdómsins mótmæli. Tað var ljótt, dálkandi og altíð málað har, sum tað ikki skuldi málast, ella har, sum málað var frammanundan. Fólk endaðu í samfelagstænastu og í fongsli fyri grafitti. Ameriskar kvinnur stovnaðu mammufeløg móti grafitti. Californisku fongslini vóru á tremur av ungdómi á høgum listarligum støði, sum bert tørvaði eitt lørift og ein sýnisglugga.

Samfeløg høvdu ørandi útreiðslur av grafitti. Sápuverksmiðjurnar blómaðu, ameriskir dómarar settu smákriminellar útaftur á gøturnar at arbeiða fyri kommunurnar sum vaskikonur, ið royndu framkomna tøkni, til tess at vaska ivasomu listina burtur avaftur býnum. Ein heilur sjálvfóðrandi ídnaður tók seg upp ? ungdómurin málaði grafitti, varð fongslaður, onnur fingu samfelagstænastu at reinska býirnar, og sápu- og málingaframleiðarar gnýggjaðu sær lógvarnar.

Sumstaðni eystanfyri sóu býirnir í fjarstøðu út sum abstraktir málningar, í onkrum muslimskum landi var effektivasti stopparin settur fyri ólevnaðinum, tá onkur hevði dittað sær at svansa ein annars halgan húsavegg til við spraymáling. Hondin varð høgd av! Bardagin móti grafitti gjørdist ein multimilliónaforrætning ? men so var tað onkur flutti mottoið hjá læknunum um at fyribyrgja, heldur enn at viðgera, yvir á grafitti. Hví ikki bara viðurkenna grafitti sum list og leggja eina miðvísa útbúgving inn í skúlarnar? Knappliga arbeiddu óargadýrini fyri kommunurnar, dekoreraðu tokstøðir, tunnlar, barnagarðar og ó- ella illa málaðar býarpartar. Og fingu teir løn fyri tað sama, teir høvdu sitið í fongsli fyri!

Men bardagin er ikki av. Ídnaðurin, hvørs endamál var at forkoma grafitti, er ein sjálvmótsøgn í sjálvum sær ? tí er einki grafitti, so hevur hesin ídnaður onga inntøku. So mammufeløgini arbeiða víðari, sápan blívur alt meira avanserað, og tíggjutúsundatals listarverk verða dagliga vaskað niður í kloakkir stórbýanna. Men grafitti er nú viðurkend list, einamest borin uppi av sínum egna kulturi ? hip-hop-kulturinum. Nútíðar bushmaðurin í New York hevur fingið sínar egnu holur at mála. Hvørja viku útlisiterar býurin garðar og veggir til listarmennirnar. Onkunstaðni er reglan, at ?the public decides? ? er listarverkið vælumtókt, verður tað standandi ? er tað ikki, so fær næsti bushmaðurin høvi at mála útyvir eftir næstu kommunalu útbjóðing. Akkurát sum tá australski bushmaðurin onkuntíð slepti hestahalanum hjá konuni og málaði ein dingo útyvir eina kenguru ? tí dingoin var hægri í metum akkurát tann dagin, hann hevði sligið ein til deyðis til døgverða.

Ein fyrrverandi føroyskur fiskimálaráðharri hugsaði helst ikki um grafitti, tá hann einaferð tosaði um hømiliu. Hann hevði roynt øll gomul heimaráð og alla nútímans tøkni ? men hømiliurnar vuksu treiskt uppaftur á hvørjum ári. Hann segði: ?Tá einki bítur á hesum ókrútinum, hví kunnu vit so ikki bara alment viðurkenna hømiliuna sum eina prýðisplantu?? Í yvirførdum týdningi skuldi hetta kanska givið onkrum nakað at hugsa um.

Kom bara soleiðis hissini at hugsa um hetta, nú ein av próvgrundunum fyri ikki at gera tunnil undir R.C. Effersøesgøtu við SMS var, at ungdómurin fór at svansa tunnilin til við grafitti.