Sambært Danmarks Radio sleppur tú ikki at geva sáð í danska sáðbankanum, Donor Network, um tú hevur eitt IQ, sum er lægri enn 85.
DR veit at siga, at sáðbankin sendur heimaftur smá 20 prosent av sáðgevunum, tí teir hava eitt ov lágt IQ.
- Hetta er ikki eitt elituprojekt, og vit gera hetta ikki fyri at útiloka 20 prosent av sáðgevunum.
Jakob Schöllhammer Knudsen, stjóri í Donor Network, sigur við DR, at hann heldur tað ikki vera etiskt rætt at selja nakað, sum stovnurin ikki kann standa inni fyri, sum hann tekur til.
Hann heldur, at vandin fyri at fáa eitt minni begávað barn er størri, um IQ er lágt.
- Meðan eitt IQ millum 80 og 89 verður roknað fyri at vera undir miðal, liggur miðal IQ millum menn í Danmark millum 90 og 109, veit DR at siga.











