A-Landsliðið: Ari avloysir Mattias

Mattias H. Lamhauge hevur givið avboð til Baltic Cup

Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF skrivar:

 

- Mattias Lamhauge hevur givið avboð til Baltic Cup. Orsøkin er ein skaði í økslini. Í staðin hevur Eyðun Klakstein sent boð eftir Ara í Haraldstovu Petersen

 

——————

 

Leygardagin 6. juni klokkan 16:00 spælir føroyska A-landsliðið við monnum fyrra av tveimum dystum í Baltic Cup 2026, tá Estland tekur ímóti á Ranna Stadion í Pärnu.

 

Men til uppgávurnar hesaferð verður landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, noyddur at síggja burtur frá Mattiasi Lamhauge. Ein skaði í økslini darvar so mikið, at hann ikki verður nóg birgur til landsliðsfótbólt á hesum sinni.

 

Í staðin hevur venjarin sent boð eftir Ara í Haraldstovu Petersen, sum undan hesum kappingarárinum skifti til ÍBV í Íslandi.

 

Baltic Cup er ein fýralandakapping millum Estland, Lettland og Litava, umframt eitt gestaland, og í ár eru Føroyar bjóðaðar við. Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur og síðani eru finalan og dysturin um 3. plássið á skránni.

 

Í hálvfinalunum møtast Estland og Føroyar, og Lettland og Litava. Finalan og dysturin um 3. plássið verða týsdagin 9. juni.

 

Dystirnir í Baltic Cup eru altjóða skrásettir A-landsdystir, og telja tískil við í roknskapinum tá styrkislistin hjá FIFA verður dagførdur.

 

Hópurin:

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn

Ari í Haraldstovu Petersen, ÍBV (Ísland)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)

Odmar Færø, KÍ Klaksvík

Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)

Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

Arnbjørn Svensson, Víkingur

Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík

Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík

Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík

Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)

Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík

Noah Hans Mneney, HB Tórshavn

Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík

Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)

Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)

Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki)

Petur Knudsen, NSÍ Runavík

Adrian Justinussen, AC Horsens (Danmark)

Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík

 

Skrivar FSF. 

 

Mynd: Hans Erik Danielsen