Finnland vann HM í íshokki - Noreg vann søguliga bronsu

Finnland vann á Sveis í HM-finaluni

Mynd: Ritzau Scanpix

Sunnudagin var HM-finalan í íshokki leikt í Zürich í Sveis. Í finaluni hittust vertstjóðin og Finnland.

 

Sveis hevði undan hesari finaluni verið í fýra HM-finalum uttan at megna at vinna HM-gull. Og tann søgan endurtók seg í dag. 

 

Finnland vann finaluna 1-0 aftaná longda leiktíð. Konsta Helenius gjørdist sigursmálskjútti og harvið tjóðarhetja í íshokkiøra Finnlandi. 

 

Talan er um fimta HM-gullið hjá Finnlandi, ið eisini gjøgnum tíðirnar hevur vunnið níggju HM-silvur og tríggjar HM-bronsur.

 

Sunnudagurin gjørdist ein góður norðurlendskur dagur. Tí í bronsudystinum skrivaði Noreg søgu við at vinna 3-2 á Kanada aftaná longda leiktíð. Talan er um fyrsta HM-heiðursmerkið í søguni hjá Noregi.

 

Noreg var leingi á odda 2-0 í vanligu leiktíðini, men seinastu 75 sekundini megnaði Kanada at skora tvey mál, og harvið tryggja sær longda leiktíð. 

 

Noah Steen gjørdist stóra hetjan hjá Noregi, tá hann tríggjar minuttir inni í longdu leiktíðini syrgdi fyri, at Noreg vann 3-2, og skrivaði glæsuliga søgu.

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix