erkið sigur, at 17 fólk doyðu beinanvegin, og at 10 onnur doyðu, áðrenn tað eydnaðist at flyta tey á sjúkrahús, hóast fólk hjá Reyða Krossi royndu at hjálpa teimum. Talsmaðurin sigur, at umleið 40 fólk [...] fólk fingu skaða, og at summi teirra eru illa løstað. Vanlukkan hendi, tá ein lastbilur, sum var fullur av fólki, brádliga datt á liðina. Vegirnir í Haiti eru framvegis í sera vánaligum standi eftir tann
samdust á fundi í Bruxelles í gjár um, at londini skulu gevast at keypa olju úr Iran, tí landið heldur fram við sínari kjarnorkuverkætlan. Iranska stýrið heldur uppá, at kjarnorkan skal bara brúkast til friðarlig [...] endamál, men hesum hava ES og USA ikki álit á. Í dag hevur stjórnin í Avstralia kunngjørt, at landið gevst at keypa iranska olju. [...] hann kann taka ímóti einum formligum mótmæli frá iransku stjórnini ímóti avgerðini hjá ES-londunum at steðga øllum oljukeypi úr Iran. Mótmælið verður handað danska sendiharranum, tí Danmark hevur formansskapin
bókmentastevnu í Jaipur í dag. Rushie sigur við BBC, at hann hevur fingið at vita frá ónevndum keldum, at leigudrápsmenn kunnu vera á veg til Jaipur at beina fyri honum. Soleiðis sum hann hevði skilt tað [...] Mumbai. Salman Rushdi fjaldi seg í fleiri ár, eftir at táverandi andaligi leiðarin í Iran, Kohmeini, kunngjørdi ein sokallaðan fatwa, sum segði, at høvundurin skuldi fyribeinast, tí hann hevði vanærað
sum fer at hittast til prát og hugnaliga samveru. Hugnaløtan verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn. - Endamálið við samveruni er at hava eina hugnaliga løtu saman - at tosa, [...] soleiðis veita hjálp til sjálvhjálp. Krabbameinsfelagið sigur á síni heimasiðu, at kvinnur, ið ynskja at taka lut, eiga at boða frá í seinasta lagi týsdagin hin 24. januar klokkan 12 á telefon 317959/ 217959/
skuldi á sjógv aftur fór vognurin skeivur, soleiðis at trolarin kom at standa fastur. Eftir tógvið stríð eydnaðist tað um midnáttarleitið henda dagin at fáa Polarhav á sjógv aftur. Menn á sleipistøðini kannaðu [...] aftur, soleiðis at næsta skipið kundi takast upp aftur á sleipistøðina. Hetta hendi hósdagin, tá línuskipið Polarstjørnan kom á sleipistøðina. (Myndin er frá farna týsdegi, tá arbeitt var við at fáa Polarhav [...] Stutt fyri midnátt týsdagin eydnaðist tað umsíðir at fáa trolaran Polarhav aftur á sjógv á Klaksvíkar Sleipistøð. Hann hevði staðið á sleipistøðini, har ymsar umvælingar vórðu gjørdar. Men tá hann skuldi
ungfólk. Løgreglan sigur, at eitt vakmyndatól hevur tikið myndir av manninum, meðan hann stendur við einum, sum er meinlíkt einari fjarstýring, og at hann helst brúkti hana til at spreingja bumbuna við. Á [...] koma úr einum bussi saman við fleiri skúlanæmingum, og at hann síðani trýstir á tað, sum líkist einari fjarstýring. Blaðið Republica skrivar, at bumbuatsóknin var hevnd av einum ella øðrum slagi. [...] Í Italia hevur løgreglan tikið ein mann, tí løgreglan heldur seg vita, at tað var hann, sum sprongdi eina bumbu uttan fyri ein vinnuskúla í býnum Brindisi tann 19. mai. Spreingingin kostaði einari 16 ára
ein av talsmonnunum hjá andstøðuni, sigur við Reuters, at 20 kvinnur og 20 børn eru millum tey deyðu. BBC sigur, at 86 fólk doyú í álopunum, og at 35 teirra vóru av somu ætt. Í mai doyðu 108 fólk í býnum [...] Andstøðutalsmenn í Sýrialandi vilja vera við, at umleið 100 fólk doyðu í álopum á bygdirnar Al-Kubeir og Maarzaf í landspartinum Hama í gjár. Sagt verður, at talan er um hópdráp, sum stjórnin hjá Bashar [...] býnum Houla. Andstøðan segði herin hava framt hópdráp, men stjórnin segði, at tað vóru yvirgangsmenn, sum høvdu framt drápini.
Liverpool viðhaldsfólkini í tveir bólkar. Tey, ið meta at hann hevur ov vánaligan bóltførleika og at hægsta ferðin eisini er ov lág, og tey, sum meta at ótroyttiligu arbeiðisavrikini á vøllinum gera hann til [...] er heimasíðan hjá Liverpool, sum boðar frá, at Fenerbahce og Liverpool eru komin ásamt um ein prís fyri hollendska landsliðsleikaran. Prísurin verður mettur at liggja um 10 milliónir krónur. Hann hevði bara [...] Dirk Kuyt verður í framtíðini at síggja í turkiskum fótbólti. Hollendski arbeiðishesturin, sum kom til Liverpool í 2006, skiftir til Fenerbahce. Tann nú 31-ára gamli Dirk Kuyt hevur mangan deilt Liverpool
Myndugleikarnir í Sýrialandi kunngjørdu í dag, at sendiharrar og diplomatar hjá fleiri útlendskum sendistovum hava fingið at vita, at teir eiga at sleppa sær av landinum. Boðini eru sambært uttanríkisráðnum [...] ráðnum í Damaskus ein beinleiðis avleiðing av, at fleiri lond hava rent sýriskar deplomatar av landinum. -Nú kunngera vit, at sendiharrarnir hjá USA, Bretlandi, Fraklandi, Kanada, Italia, Spania og Turkalandi
og leggur afturat, at tann nýggi flokkurin hevur sum stevnu, at Grønland verður óheft og sjálvstøðugt. Stigtakararnir skulu nú savna tær 920 undirskriftirnar, sum eru neyðugar fyri at skráseta ein nýggjan [...] við tí fyri eyga at stovna ein politiskan flokk. Flokkurin skal eita Ilorpiatta Akisunnera, ið merkir Tann innara røddin. Ein av stigtakarunum, Nikku Olsen, sigur við kringvarpið KNR, at flokkurin verður [...] verður vinstrasinnaður, og at tað er neyðugt við einum tílíkum flokki, tí í dag er eingin vinstrasinnaður flokkur í Grønlandi. -Inuit Ataqatigiit sigur seg vera ein vinstrasinnaðan flokk, men er í veruleikanum