Grønland fær nýggjan flokk

Í Grønlandi hava nøkur fólk tikið seg saman við tí fyri eyga at stovna ein politiskan flokk. Flokkurin skal eita Ilorpiatta Akisunnera, ið merkir Tann innara røddin.
Ein av stigtakarunum, Nikku Olsen, sigur við kringvarpið KNR, at flokkurin verður vinstrasinnaður, og at tað er neyðugt við einum tílíkum flokki, tí í dag er eingin vinstrasinnaður flokkur í Grønlandi.
-Inuit Ataqatigiit sigur seg vera ein vinstrasinnaðan flokk, men er í veruleikanum er kapitalistiskur flokkur, sigur Nikku Olsen og leggur afturat, at tann nýggi flokkurin hevur sum stevnu, at Grønland verður óheft og sjálvstøðugt.

Stigtakararnir skulu nú savna tær 920 undirskriftirnar, sum eru neyðugar fyri at skráseta ein nýggjan politiskan flokk.