Seinastu dystirnir í SMS-deildini vóru leiktir fyrr í dag.
Í Hoyvíkshøllini syrgdi H71 at halda fast í øðrum plássinum við 35-30 sigri á VÍF. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 19-16.
Anna Elisabeth H. Weyhe (savnsmyndin) var toppskjútti hjá H71 við átta málum. Við níggju málum var Fríða Nolsøe Olsen toppskjútti hjá VÍF.
Í KÍ-høllini í Klaksvík vann Stjørnan greitt 28-19 á StÍF. Í steðginum vóru klaksvíkskvinnur á odda 15-8.
Við átta málum var Durita Karlsdóttir Ljósstein toppskjútti hjá Stjørnuni. Eyðbjørg Kallsberg var við seks málum toppskjútti hjá StÍF.
Í høllini á Eiði vann Neistin 31-26 á EB. Í steðginum vóru neistakvinnur frammanfyri við trimum málum, 16-13.
Liðini áttu hvør sín stórskjútta í dag. Nadja Pejovic hjá EB og Silja Olivia Heðinsdóttir hjá Neistanum skutu 10 mál hvør.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, og støðuna í SMS-deildini:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##















