Iran mótmælir oljubanni

Iranska uttanríkisráðið hevur sent boð eftir danska sendiharranum í Teheran, so hann kann taka ímóti einum formligum mótmæli frá iransku stjórnini ímóti avgerðini hjá ES-londunum at steðga øllum oljukeypi úr Iran. Mótmælið verður handað danska sendiharranum, tí Danmark hevur formansskapin í ES, skrivar Reuters.

ES-uttanríkisráðharrarnir samdust á fundi í Bruxelles í gjár um, at londini skulu gevast at keypa olju úr Iran, tí landið heldur fram við sínari kjarnorkuverkætlan. Iranska stýrið heldur uppá, at kjarnorkan skal bara brúkast til friðarlig endamál, men hesum hava ES og USA ikki álit á.

Í dag hevur stjórnin í Avstralia kunngjørt, at landið gevst at keypa iranska olju.