Stórt mannfall í Sýrialandi

Andstøðutalsmenn í Sýrialandi vilja vera við, at umleið 100 fólk doyðu í álopum á bygdirnar Al-Kubeir og Maarzaf í landspartinum Hama í gjár. Sagt verður, at talan er um hópdráp, sum stjórnin hjá Bashar al-Assad, forseta má átaka sær ábyrgdina av.

Mohammed Sermini, sum er ein av talsmonnunum hjá andstøðuni, sigur við Reuters, at 20 kvinnur og 20 børn eru millum tey deyðu. BBC sigur, at 86 fólk doyú í álopunum, og at 35 teirra vóru av somu ætt.

Í mai doyðu 108 fólk í býnum Houla. Andstøðan segði herin hava framt hópdráp, men stjórnin segði, at tað vóru yvirgangsmenn, sum høvdu framt drápini.