Raktar kvinnur hittast til samveru

Mikukvøldið hin 25. januar klokkan 19 verður hugnaløta fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi. Tað er bólkurin fyri hesar kvinnur, sum fer at hittast til prát og hugnaliga samveru.

Hugnaløtan verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn.

- Endamálið við samveruni er at hava eina hugnaliga løtu saman - at tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og soleiðis veita hjálp til sjálvhjálp.

Krabbameinsfelagið sigur á síni heimasiðu, at kvinnur, ið ynskja at taka lut, eiga at boða frá í seinasta lagi týsdagin hin 24. januar klokkan 12 á telefon 317959/ 217959/ 217957 - ella teldupostadressu ffk@krabbamein.fo