Næsta skipið longu komið upp

Stutt fyri midnátt týsdagin eydnaðist tað umsíðir at fáa trolaran Polarhav aftur á sjógv á Klaksvíkar Sleipistøð.

Hann hevði staðið á sleipistøðini, har ymsar umvælingar vórðu gjørdar. Men tá hann skuldi á sjógv aftur fór vognurin skeivur, soleiðis at trolarin kom at standa fastur.

Eftir tógvið stríð eydnaðist tað um midnáttarleitið henda dagin at fáa Polarhav á sjógv aftur.

Menn á sleipistøðini kannaðu síðani orsøkina, og er nú alt komið í rættlag aftur, soleiðis at næsta skipið kundi takast upp aftur á sleipistøðina.

Hetta hendi hósdagin, tá línuskipið Polarstjørnan kom á sleipistøðina.

(Myndin er frá farna týsdegi, tá arbeitt var við at fáa Polarhav á sjógv aftur)