Myndugleikarnir í Sýrialandi kunngjørdu í dag, at sendiharrar og diplomatar hjá fleiri útlendskum sendistovum hava fingið at vita, at teir eiga at sleppa sær av landinum. Boðini eru sambært uttanríkisráðnum í Damaskus ein beinleiðis avleiðing av, at fleiri lond hava rent sýriskar deplomatar av landinum.
-Nú kunngera vit, at sendiharrarnir hjá USA, Bretlandi, Fraklandi, Kanada, Italia, Spania og Turkalandi eru ikki longur vælkomnir, og tað sama er galdandi fyri diplomatar hjá Belgia, Bulgaria og Týsklandi, stóð í kunngerðini frá uttanríkisráðnum í Damaskus.
Sýrialand hevur ikki sendiharra í Danmark. Sýriski sendiharrin í Stockholm røkir landsins diplomatisku áhugamál í Danmark, men sum skilst hevur hann ongantíð verið í Danmark í almennum ørindum.