Í Italia hevur løgreglan tikið ein mann, tí løgreglan heldur seg vita, at tað var hann, sum sprongdi eina bumbu uttan fyri ein vinnuskúla í býnum Brindisi tann 19. mai. Spreingingin kostaði einari 16 ára gamlari gentu lívið og særdi fimm onnur ungfólk.
Løgreglan sigur, at eitt vakmyndatól hevur tikið myndir av manninum, meðan hann stendur við einum, sum er meinlíkt einari fjarstýring, og at hann helst brúkti hana til at spreingja bumbuna við. Á myndunum sæst maðurin koma úr einum bussi saman við fleiri skúlanæmingum, og at hann síðani trýstir á tað, sum líkist einari fjarstýring.
Blaðið Republica skrivar, at bumbuatsóknin var hevnd av einum ella øðrum slagi.










