Indiski rithøvundurin Salman Rushdie, sum fekk øði í muslimarnar, tá hann í 1988 gav út bókina "Tey satanisku ørindini", hevur avlýst eina røðu, sum hann skuldi halda á einari bókmentastevnu í Jaipur í dag.
Rushie sigur við BBC, at hann hevur fingið at vita frá ónevndum keldum, at leigudrápsmenn kunnu vera á veg til Jaipur at beina fyri honum. Soleiðis sum hann hevði skilt tað, var ein drápsmannalið komið saman í býnum Mumbai.
Salman Rushdi fjaldi seg í fleiri ár, eftir at táverandi andaligi leiðarin í Iran, Kohmeini, kunngjørdi ein sokallaðan fatwa, sum segði, at høvundurin skuldi fyribeinast, tí hann hevði vanærað Muhammed profet.










