Liverpool selt Kuyt

Dirk Kuyt verður í framtíðini at síggja í turkiskum fótbólti. Hollendski arbeiðishesturin, sum kom til Liverpool í 2006, skiftir til Fenerbahce.

 

Tann nú 31-ára gamli Dirk Kuyt hevur mangan deilt Liverpool viðhaldsfólkini í tveir bólkar. Tey, ið meta at hann hevur ov vánaligan bóltførleika og at hægsta ferðin eisini er ov lág, og tey, sum meta at ótroyttiligu arbeiðisavrikini á vøllinum gera hann til ein týdningarmiklan leikara fyri felagið.

 

Tað er heimasíðan hjá Liverpool, sum boðar frá, at Fenerbahce og Liverpool eru komin ásamt um ein prís fyri hollendska landsliðsleikaran. Prísurin verður mettur at liggja um 10 milliónir krónur. Hann hevði bara eitt ár eftir av sáttmálanum við Liverpool.