27 fólk doyðu, og uppaftur fleiri fingu skaða í einari ferðsluvanlukku á motorvegnum sunnan fyri Port-au-Prince í Haiti í gjárkvøldið.
Ein talsmaður fyri sjúkrahúsverkið sigur, at 17 fólk doyðu beinanvegin, og at 10 onnur doyðu, áðrenn tað eydnaðist at flyta tey á sjúkrahús, hóast fólk hjá Reyða Krossi royndu at hjálpa teimum. Talsmaðurin sigur, at umleið 40 fólk fingu skaða, og at summi teirra eru illa løstað.
Vanlukkan hendi, tá ein lastbilur, sum var fullur av fólki, brádliga datt á liðina. Vegirnir í Haiti eru framvegis í sera vánaligum standi eftir tann harða jarðskjálvtan í 2010, sum kostaði umleið 250.000 mannalív og oyðilegði vegir og hús.










