viðgjørdi Óli Breckmann Tjóðveldisflokkin í eini talu, í staðin fyri at viðgera evnið, sum jú var løgmansrøðan. Sjálvandi, tá ið soðið er so tunt, og eingir bollar eru í súpanini, er ikki nógv at viðgera har [...] har, so tað er ein funnin fressur, at sleppa at dálka Tjóðveldisflokkin út í staðin. Óli segði, at eingin vil í samgongu við Tjóðveldisflokkin, bara Fólkaflokkurin vil kanska um nøkur ár, um Tjóðveldisflokkurin [...] nýggjum íblástri, men jokarin, sum formaður Javnaðarfloksins hálaði úr ermuni stutt undan valinum, gjørdist eitt satt vónbrot. Tá ein lesur tað, hann hevur skrivað í bløðunum og hevur hoyrt hansara røður
Leitisvatn, eins og gjørt er aðrastaðni í landinum. Tilsamans hevur Reyði Krossur Føroya hongt 18 bjargingarkransar upp ymsastaðni í landinum, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya. Fólk frá Reyða [...] bryggjukantum ella í fjøruni uttan at vera ílatin bjargingarvest, sigur formaðurin í Reyða Krossi Føroya. Suni Vinther letur annars at, at útgerðin sum heild fær frið. Tó hvarv annar kransurin í Sandágerði nú [...] r hanga við Leitisvatn. Tveir eru við Gróthústanga, ein er á sandinum í Vatnsoyrum, og ein er á flúgvarabedingini. ?Tá vit vóru í Vágum og kannaðu útgerðina hendan dagin, hongdu vit eisini ein bátshaka
tikið í brúk, hava fólk búð í tí síðan umleið hálvan juli. Signa Andreasen, leiðari i sambýlinum, segði í síni røðu á samkomu hósdagin, at tað var hugaligt at síggja, hvussu væl fólkini trívast í hesum [...] heilsumálum, tá sambýlið fyri sinnisveik, varð alment tikið í nýtslu hósdagin. Landsstýrismaðurin legði dent á orðið IKKI, og tað er einki at ivast í, at fleiri teirra, sum vóru til staðar, fara at minnast [...] Tí hesi fólkini hava einki sum helst at gera á einum sjúkrahúsi. Svenning av Lofti, sum í mong ár var formaður og myndaði felagið Sinnisbata, heilsaði eisini vegna Sinnisbata sambýlinum vælkomnum. Hann
veit frá keldum innan løgregluna, at felagið heldur ov nógvan politikk vera komnan í málið, og vil tí ikki longur vera við í arbeiðinum. Politistafelagið heldur, at Høgni Hoydal og danski forsætisráðharrin [...] finna út av, um løgreglan skal yvirtakast ella ikki, áðrenn arbeiðið heldur fram. Per Person er formaður í Politistafelagnum. Sosialurin hevur roynt at fáa viðmerking frá honum, men hann er ikki at hitta [...] við og hava tosað við allar partar í málinum, sigur Høgni Hoydal. Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at talan var um ein sera góðan fund, tá hann fyrstu ferð var á fundi í nevnini, og tí undrar tað hann,
hevur hann sitið sum varamarður hjá Helenu í trý ár og sigur hann seg hava lært nógv av henni. Uppá fyrispurning um tað ikki er óheppið at fáa eitt slíkt stríð í flokkinum nú undan tveimum valum sigur Jákup [...] ikki fyri, avgerðin hjá Sámal Petur í Grund at stilla uppaftur móti Helenu so stutt eftir síðsta formansval av onkrum kann uppfatast sum at hann er við at seta kílar í flokkin. -Men eru tað limir, sum vilja [...] her til gongdina í Sambandsflokkinum, har Edmund Joensen varð koppaður. Fyri tað fór hann ikki úr flokkinum. ?Eg trúgvi neyvan Helena fer at taka seg úr flokkinum eftir at hava tænt honum í nærum 11 ár. Sum
sjálv. Tað segði Pauli Einarsson formaður í mentanarnevndini í Tórshavnar Býráð Tà ið Guðrun kom aftur á Tvøroyri sunnukvøldið, varð skipað fyri móttøku, har formaðurin í mentanarnevndini ynskti henni tillukku [...] skunda undir, at vit øll í felag kunnu betra um umstøðurnar hjá tónleikinum á Tvøroyri, segði Pauli Einarsson. Sí eisini fleiri aðrar greinar í blaðnum Sí eisini fleiri aðrar greinar í blaðnum um Guðruna Jacobsen [...] fram í fjølmiðlunum. Tað er enki lýsingavirki, sum kann gera slíka lýsing av Tvøroyri sum hon kann við sínum sangi. ? Tú hevur eisini uttan iva, gjørt tað lættari hjá mongum at vera føroyingur í Danmark
valdið, segði Clement Yana, sum er formaður í jødiska felagsskapinum í Marseille. Hann legði afturat, at hetta er fyrstu ferð, at felagsskapurin hevur mælt sínum limum til at atkvøða fyri einum ávísum valevni [...] jødiskir felagsskapir í Fraklandi frá, at teir fara at mæla sínum limum til at atkvøða fyri Chirac á seinna valumfarinum, sum verður tann 5. mai. - Vit mugu venda høgrarákinum og forða Len Pen í at fáa valdið [...] sínar veljarar velja Chiraq í seinna umfarinum. Jospin, sum er forsætisráðharri, segði eftir ósigurin, at hann nú fer at taka seg burtur úr fronskum landspolitikki. Eygleiðarar í París siga tað vera heilt
plássi fyri tilsamans 120 børnum. Eftir at málið hevði verið í fíggjarnevndini varð ein broyting gjørd í tilmælinum frá mentamálanevndini. Meirilutin í mentamálanevndini mælti til, at Høgni Mikkelsen skuldi [...] atkvøddi samgongan fyri tilmælinum hjá meirilutanum í fíggjarnevndini um at Høgni Mikkelsen og Búsetur byggja hvør sín ansingarstovn. Heðin Mortensen, formaður í mentamálanevndini, metir, at kommunan fer at nøkta [...] ímóti. Andstøðan róði samstundis framundir, at her ruggaði ikki alt rætt í sambandi við, at Høgni Mikkelsen, ið sjálvur er limur í samgonguni fekk tann eina barnagarðin, hóast metingarbólkurin ikki mælti
um fiskivinnuna í Føroyum, meðan hann fekk løn frá tí almenna. Ráðini frá Bjarta Mohr vóru, at Hermann Oskarsson skuldi stilla upp til løgtingsvalið, um hann legði í. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten [...] at vit høvdu eitt Búskaparráð í Føroyum. Karsten Hansen er eisini glaður fyri arbeiðið hjá Hermanni Oskarssyni og hinum í Búskaparráðnum. ?Eg havi fult álit á teimum í Búskaparráðnum. Sjálvandi kann eg [...] Búskaparráð Tað var Bjarti Mohr, sum í Dagblaðnum vildi vera við, at Búskaparráðið ikki megnar at gera sína uppgávu til lítar. Hann vísti m.a. á, at Hermann Oskarsson, formaður fyri Búskaparráðið, hevði ført
minking í mjólkanøgdini. Eftir fáum døgum síggjast bløðrur í munni, á boppum og við kleyvarnar. Neytið slevar illa. Hjá seyði: Haltar orsaka av bløðrum á kleyvum. Munn? og kleyvsjúka er ikki staðfest í Føroyum [...] Sum øll vita er munn- og kleyvsjúka staðfest fleiri staðir í Bretlandi. Til tess at fyribyrgja smittuvanda á dýr í Føroyum loyvir Bóndafelagð sær at koma við niðanfyri standandi áheitan: Heitt verður á [...] áðrenn tey aftur verða brúkt her á landi. 4) um so er at tygum hava verið í samband við vandaøkir á ferðini er ráðiligt ikki at koma í samband við dýr ella dýrahad her á landi næstu 5 dagarnar eftir heimkomu