Línan, sum hoyrir til ein bjargingarkrans, sum hongur við Gróthústanga í Vágum, er skorin av og er horvin. Kransurin sjálvur hekk einamallur eftir, men er ikki til nakra nyttu, tá ikki øll útgerðin er tøk.
Tað er Reyði Krossur Føroya, sum hevur hongt útgerðina upp við Leitisvatn, eins og gjørt er aðrastaðni í landinum. Tilsamans hevur Reyði Krossur Føroya hongt 18 bjargingarkransar upp ymsastaðni í landinum, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya.
Fólk frá Reyða Krossi Føroya hava verið og hugt at útgerðini og staðfest, at herverk er framt.
?Tað er harmiligt, at so skal vera, sigur formaðurin, tí hetta er ikki hongt upp fyri okkara skuld, men til at hava til at taka hjá tiemum, sum ferðast her, um brúk skuldi verðið fyri tí. Og ein bjargingarkransur við ongari línu er lítið verdur, sigur hann.
Hóast tað er Reyði Krossur Føroya, sum hevur fingið útgerðina til vega og hongt hana upp, er tað Lions Club Vágar, sum fíggjaði uppsetingina frá byrjan, sigur Suni Vinther.
Hann greiðir frá, at fýra slíkir bjargingarkransar hanga við Leitisvatn. Tveir eru við Gróthústanga, ein er á sandinum í Vatnsoyrum, og ein er á flúgvarabedingini.
?Tá vit vóru í Vágum og kannaðu útgerðina hendan dagin, hongdu vit eisini ein bátshaka upp á fløugvarabedingini, sigur Suni Vinther.
Reyði Krossur Føroya hevur eisini eitt skelti, sum verður sett upp, har bjargingarkransar eru fram við sjónum. Á hesum skelti er ein ávarðing og ein áheitan á fólk um ongantíð at lata smábørn ferðast fram við bryggjukantum ella í fjøruni uttan at vera ílatin bjargingarvest, sigur formaðurin í Reyða Krossi Føroya.
Suni Vinther letur annars at, at útgerðin sum heild fær frið. Tó hvarv annar kransurin í Sandágerði nú fyri stuttum. Allur sum hann var. Har varð so beinanveg hongdur ein nýggjur uppaftur, sigur hann.