Tjóðveldisflokkurin fer ongantíð at "skikka sær væl"!

    

Kai Vágfjall
???????

Havi sitið og lurtað eftir orðaskiftinum á tingi um løgmansrøðuna. Har viðgjørdi Óli Breckmann Tjóðveldisflokkin í eini talu, í staðin fyri at viðgera evnið, sum jú var løgmansrøðan. Sjálvandi, tá ið soðið er so tunt, og eingir bollar eru í súpanini, er ikki nógv at viðgera har, so tað er ein funnin fressur, at sleppa at dálka Tjóðveldisflokkin út í staðin.
Óli segði, at eingin vil í samgongu við Tjóðveldisflokkin, bara Fólkaflokkurin vil kanska um nøkur ár, um Tjóðveldisflokkurin fer at »skikka sær væl«, sum hann málbar seg. At »skikka sær væl« merkir í Fólkafloksins høpi eftir øllum at døma, at Tjóðveldisflokkurin skal góðtaka kriminalitet, vina- og kenningapolitik o. a. óreint, sum hesin flokkur tykist at vælsigna. Hetta fer Tjóðveldisflokkurin ongantíð at gera. Kanska hevur Fólkaflokkurin fingið hasar báðar sambandsflokkarnar at »skikka sær væl«, tí hálsfevnast teir so væl ídag.
Eisini fannst Óli at Tjóðveldisflokkinum, tí hann ikki vildi góðtaka Anfinn Kallsberg sum løgmann. Rætt er tað, men tað vildu hasir báðir sambandsflokkarnar, sum teir sita í samgongu við nú, heldur ikki.
Jokarin
Havi eisini lurtað eftir nýggja og unga manninum hjá Javnaðarflokkinum. Helt at hesin fór at geva flokkinum nakað av nýggjum íblástri, men jokarin, sum formaður Javnaðarfloksins hálaði úr ermuni stutt undan valinum, gjørdist eitt satt vónbrot. Tá ein lesur tað, hann hevur skrivað í bløðunum og hevur hoyrt hansara røður og viðmerkingar á tingi hesar síðstu dagarnar, kann ein bara staðfesta, at her er einki nýtt ella skilagott at heinta. Havi varhugan av, at hann heldur seg vera sera stuttligan, tí hann flennur altíð einsamallur, tá hann kemur við onkrum, sum hann heldur vera stuttligt. Fyri mær virkar hann ikki at vera annað enn ein sjálvtilnevndur klovnur. Ja, ein jokari, í orðsins sanna týdningi. Mangur fer upp á tjólegg og dettur niður á langlegg.