Búskaparráð
Tað var Bjarti Mohr, sum í Dagblaðnum vildi vera við, at Búskaparráðið ikki megnar at gera sína uppgávu til lítar. Hann vísti m.a. á, at Hermann Oskarsson, formaður fyri Búskaparráðið, hevði ført fram nakrar rættiliga, eftir hansara tykki, skeivar meiningar um fiskivinnuna í Føroyum, meðan hann fekk løn frá tí almenna. Ráðini frá Bjarta Mohr vóru, at Hermann Oskarsson skuldi stilla upp til løgtingsvalið, um hann legði í.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, hevur Búskaparráðið liggjandi undir sínum málsøki. Fyri stuttum varð ráðgevandinevndin fyri Føroyar spard burtur, tí mann ikki meinti, at tørvur var á nevndini longur, eisini tá hugsað varð um, at vit høvdu eitt Búskaparráð í Føroyum. Karsten Hansen er eisini glaður fyri arbeiðið hjá Hermanni Oskarssyni og hinum í Búskaparráðnum.
?Eg havi fult álit á teimum í Búskaparráðnum. Sjálvandi kann eg vera ósamdur við teimum viðhvørt, men tað er eisini ætlanin, at ráðið skal vera eitt óheft ráð, sigur Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin heldur fyri sovítt heldur ikki nógv um mátan, ið Bjarti Mohr velur at taka málið upp.
?Eg kann ikki siga annað enn, at henda staðiliga niðurgeringin av fólki, eins og hana Bjarti Mohr kemur við, er langt úti, sigur Karsten Hansen. Tá hetta stendur í Dagblaðnum, so má hatta verða roknað fyri at vera meiningin hjá Fólkaflokkinum,
Manningin í Búskaparráðnum skal ikki vænta at fáa sekkin frá Karsten Hansen fyrsta dagin.
?Bæði Hagstovan og Búskaparráðið hava gjørt eitt ótrúliga gott arbeiði tað tíðini, ið eg havi verið landsstýrismaður. Tað eru gjørdar uppgraderinagar, sum hava gagnað okkum sera væl, sigur Karsten Hansen.
Karsten Hansen heldur harumframt, at Hermann Oskarsson sum privatur persónur eigur at kunna siga sína hugsan um búskaparlig viðurskifti. Hann heldur tað bara vera positivt, um fólk koma við kritikki.