Fransmenn fingu ein hvøkk

Tað kom sum ein skelkur - ikki bert í Fraklandi, men í stórum pørtum av Evropa, at tann víðgongdi Jean-Marie Le Pen fekk so stóra undirtøku í fyrra umfarinum av franska forsetavalinum.


Í París og øðrum stórum býum tustu fleiri túsund fólk út á gøturnar sunnukvøldið at vísa sína misnøgd, eftir at tað var greitt, at tann víðgongdi høgramaðurin Jean-Marie Le Pen hevði fingið nóg stóra undirtøku til t halda fram í seinna valumfarinum. Fólk róptu rakstrarróp sum "Burtur við Le Pen" og "Nei til fascismu".
Sitandi forsetin, Jacques Chirac, vann fyrra valumfar við 19,67 prosentum av atkvøðunum, og Le Pen var næstur honum við 17,02 prosentum. Valevnið hjá vinstravonginum, tann sosialistiski forsætisráðharrin Lionel Jospin, fekk 16,07 prosent og gjørdist tískil ov stuttur.
Beint eftir at úrslitið var almannakunngjørt, boðaðu muslimskir og jødiskir felagsskapir í Fraklandi frá, at teir fara at mæla sínum limum til at atkvøða fyri Chirac á seinna valumfarinum, sum verður tann 5. mai.
- Vit mugu venda høgrarákinum og forða Len Pen í at fáa valdið, segði Clement Yana, sum er formaður í jødiska felagsskapinum í Marseille. Hann legði afturat, at hetta er fyrstu ferð, at felagsskapurin hevur mælt sínum limum til at atkvøða fyri einum ávísum valevni.
Talsmaðurin hjá teimum islamisku felagsskapunum, Mohammed Laqhila, segði í gjár, at allir franskir muslimar eiga at atkvøða fyri Chiraq tann 5. mai.
Jospin gevst
Tað var ein sera vónsvikin Lionel Jospin, sum sunnukvøldið noyddist at ásanna, at hann hevði tapt valið. Hann nýtti samstundis høvi til at biðja sínar veljarar velja Chiraq í seinna umfarinum. Jospin, sum er forsætisráðharri, segði eftir ósigurin, at hann nú fer at taka seg burtur úr fronskum landspolitikki.
Eygleiðarar í París siga tað vera heilt greitt, at Jacques Chirac fer at vinna seinna valumfar og harvið forsetavalið. Ein veljarakanning, sum varð gjørd sunnukvøldið, vísti, at heili 78 prosent ætla sær at atkvøða fyri sitandi forsetanum tann 5. mai. 22 prosent svaraðu, at tey fara at seta krossin fyri Le Pen.