– Vit, sum dagliga brúka rossagøtuna runt Fjallið í Havnardali, vilja hervið gera vart við okkara nógvu stúranir um ætlanina at gera eina súkklubreyt á fjallinum omanfyri Rossagøtuna. Vit vilja við hesi undirskriftainnsavnan staðiliga heita á Tórshavnar Kommunu um at endurskoða staðsetingina av súkklubreytini – við trygdini hjá bæði reiðfólki, rossum og súkklarum í huga.
Soleiðis byrjar áheitanin frá 169 fólkum, sum umboð fyri rossafólk handaðu borgarstjóranum, Elsu Berg, í farnu viku. Orsøkin er, at súkklur og ross aloftast eru ein sera vandamikil samanseting. Ross eru flóttadjór, og sjálvt smáar og óvæntaðar rørslur ella brádlig ferðsla við súkklum kunnu fáa eitt ross at ræðast. Tá eitt ross gerst bangið, kann tað renna avstað, leypa til síðis ella missa tamarhaldið. Hetta kann fáa álvarsligar fylgjur, bæði fyri ryttara, súkklara og ross.
Sera nógv brúkt venjingarleið
Rossagøtan verður nýtt sum venjingarleið hjá rossafólki í øllum aldri og á øllum stigum. Her ríða børn, ung og eldri, eins og bæði royndir og óroyndir ryttarar. Fyri nógv er hetta eitt av tryggastu støðunum at venja ross og ryttarar. Eisini fer nógv virksemi hjá Berg Hestum fer fram á júst Rossagøtuni.
Trygdin eigur at hava hægstu raðfesting
Verður ein súkklubreyt løgd í sama øki, økist vandin munandi fyri óhappum, serliga hjá teimum yngstu og teimum, sum eru meira óvon. Fleiri vandamiklar hendingar hava longu verið, har reiðfólk eitt nú eru dottin av baki og eru komin til skaða, orsakað av, at súkklur nærum ljóðleysar nærkast rossum, ið gerast bangin og flýggja.
Ikki fyrsta áheitanin
Longur í februar mæltu umboð fyri Føroya Ríðingarfelg, Føroyskt Íslandsrossafelag og Berg Hestar staðiliga Tórshavnar Kommunu frá at samtykkja at gera súkklubreyt við Rossagøtuna. Men hóast hesa áheitan, bleiv málið kortini samtykt í Býráðnum.
– Vit vóna, at kommunan tekur okkara stúran í álvara, og at ein loysn kann finnast, sum tryggjar góðar og tryggar umstøður fyri øll„ enda rossafólkini sína áheitan á Tórshavnar Kommunu.











