Samstarvið millum Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Føroya Politistafelag at fyrireika eina føroyska løgreglu er slitnað.
Sosialurin veit frá keldum innan løgregluna, at felagið heldur ov nógvan politikk vera komnan í málið, og vil tí ikki longur vera við í arbeiðinum. Politistafelagið heldur, at Høgni Hoydal og danski forsætisráðharrin eiga at finna út av, um løgreglan skal yvirtakast ella ikki, áðrenn arbeiðið heldur fram.
Per Person er formaður í Politistafelagnum. Sosialurin hevur roynt at fáa viðmerking frá honum, men hann er ikki at hitta. Hinir limirnir vilja ikki gera viðmerkingar til málið.
Vil hava frágreiðing
Høgni Hoydal er harmur um, at Politistafelagið brádliga hevur tikið seg burtur úr arbeiðinum.
? Vit hava fingið bræv frá danska fakfelagnum, COII, um at Politistafelagið hevur tikið seg burtur úr. Eg skilji ikki støðuna og havi biðið um eina frágreiðing, tí vit hava nýtt sera nógva orku uppá at fáa løgregluna við og hava tosað við allar partar í málinum, sigur Høgni Hoydal.
Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at talan var um ein sera góðan fund, tá hann fyrstu ferð var á fundi í nevnini, og tí undrar tað hann, at hendan støðan brádliga hevur tikið seg upp.
Hóast Politistafelagið hevur tikið seg burtur úr, ætlar Høgni Hoydal ikki, at arbeiðið við at fyrireika eina føroyska løgreglu skal steðga upp.
? Vit mugu bara arbeiða víðari, men plássini standa altíð opin fyri løgregluumboðunum, sigur Høgni Hoydal.
Yvirtakast í valskeiðinum
Nevndin, sum nú bert er hálvmannað, hevði sín fyrsta veruliga fund í Tinganesi 14. juni, men kortini hevur leingi verið arbeitt við fyrireikingunum til føroyska løgreglu.
Arbeiðssetningurin hjá nevndini er at gera tilmæli um, hvørjar broytingar eiga at verða framdar, soleiðis, at ein føroysk løgregla kann loysa allar tær uppgávur, sum liggja á løgreglum í framkomnum london. Og hetta arbeiðið skal gerast skjótt, tí ætlanin er at yvirtaka løgregluna í hesum valskeiðinum.