?Hetta er tað fyrsta sambýlið av sínum slag, men verður ikki tað seinasta, segði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum, tá sambýlið fyri sinnisveik, varð alment tikið í nýtslu hósdagin.
Landsstýrismaðurin legði dent á orðið IKKI, og tað er einki at ivast í, at fleiri teirra, sum vóru til staðar, fara at minnast tað.
Hóast tað ikki fyrr enn nú er alment, at húsið er tikið í brúk, hava fólk búð í tí síðan umleið hálvan juli.
Signa Andreasen, leiðari i sambýlinum, segði í síni røðu á samkomu hósdagin, at tað var hugaligt at síggja, hvussu væl fólkini trívast í hesum frálíka umhvørvinum.
?Vit síggja sjónligan mun, frá tí tey komu higar, til í dag, segði hon. Hon fegnaðist eisini um, at útlit eru fyri, at hendan gongdin við bústaðarmøguleikum til sinnisveik fer at halda fram.
Talan er um fólk, sum hava búð á psykiatriskari deild á Landssjúkrahúsinum, ið nú eru og fara at flyta eitt nú til Sandavágs.
Hetta var eisini upp á tíðina, segði landsstýrismaðurin millum annað. Tí hesi fólkini hava einki sum helst at gera á einum sjúkrahúsi.
Svenning av Lofti, sum í mong ár var formaður og myndaði felagið Sinnisbata, heilsaði eisini vegna Sinnisbata sambýlinum vælkomnum. Hann fegnaðist sum hinir røðararnir um, at nú er nátt so langt, at almenna samfelagið hevur fingið sett eitt sambýli á stovn. Tey, sum áður hava verið, eru annaðhvørt rikin av privatum ella hálvalmennum felagsskapum, segði hann.
Hann fegnaðist um góðu umstøðurnar, tey hava í Sandavági, men minti á, at hetta skuldi ikki bara vera eitt hús, men eitt heim fyri fólkini, sum búgva skulu her.
Eisini formaðurin i Psykiatrifelag Føroya, Sjúrður Norðbúð, heilsaði heimum vælkomnum og fegnaðist um góðu umstøðurnar.