Bóndafelagið ávarar móti munn- og kleyvasjúku

Í samband við at munn? og kleyvsjúka er staðfest í Bretlandi.

 

Sum øll vita er munn- og kleyvsjúka staðfest fleiri staðir í Bretlandi. Til tess at fyribyrgja smittuvanda á dýr í Føroyum loyvir Bóndafelagð sær at koma við niðanfyri standandi áheitan:

Heitt verður á ferðandi til og frá Stóra Bretlands um:

1) at vísa stórsta varsemi og halda seg burtur frá landbúnaðarumráðum og als ikki vitja bóndagarðar ella dýrahald.

2) ikki at taka matvørur við sær heim og als einki sum hevur samband við dýr ella dýrahald ella brúktar maskinur.

3) at sóttreinsa skógvar og yvirklæðir áðrenn tey aftur verða brúkt her á landi.

4) um so er at tygum hava verið í samband við vandaøkir á ferðini er ráðiligt ikki at koma í samband við dýr ella dýrahad her á landi næstu 5 dagarnar eftir heimkomu.

Eitt sindur um munn- og kleyvsótt.

Munn- og kleyvsótt er virussjúka, sum kleyvdýr, so sum neyt og seyður fáa. Sjúkan smittar vanliga ikki fólk. Sjúkan er sera smittandi og ber ógvusligt fíggjarligt tap við sær har hon rakar.

Øll dýr sum eru smitta, vísa sjúkueyðkenni ella eru í vandabólki skulu avlívast og fyribeinast. Sjúkan breiðir seg skjótt frá dýri til dýr, við feskum og frystum kjøti, eins og yvir loftrúmið við vindi og t.d. fugli. Sjúkan breiður seg lættliga til dømis við maskinum, útgerð, fólki og klæðum tá serstakliga fótbúnaði.

Sjúkueyðkennini eru t.d.:

Hjá neytum: Høgur fepur, vánaligur matalystur og minking í mjólkanøgdini. Eftir fáum døgum síggjast bløðrur í munni, á boppum og við kleyvarnar. Neytið slevar illa.

Hjá seyði: Haltar orsaka av bløðrum á kleyvum.

Munn? og kleyvsjúka er ikki staðfest í Føroyum áður og hevði havt kolosalar fylgjur fyri landbúnaðin og dýrahaldið her á landi.

Tí er tað av stórsta týdningi at øll vísa stórsta varsemið nú tað er so skjótt og lætt at ferðast landanna millum, sigur Bjørn Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya.