Tónleikavinnari
Tvørafólk eru minst líka stolt av Guðruni Jacobsen, sum hon er sjálv.
Tað segði Pauli Einarsson formaður í mentanarnevndini í Tórshavnar Býráð
Tà ið Guðrun kom aftur á Tvøroyri sunnukvøldið, varð skipað fyri móttøku, har formaðurin í mentanarnevndini ynskti henni tillukku
Hann helt, at tað er ikki ein og hvør, sum kann singja eina ?balladu?, tí at tað er nakað av tí truplasta at syngja.
Pauli Einarsson viðgekk, at hann kendi ikki sangin ?Promise Me? hjá Beverly Craven frammanundan.
? Men mátin sum tú framførdi sangin uppá, gjørdi at eg, sum flestu onnur, fall fyri sanginum beinanvegin. Tú hevur eina fantastiska rødd, segði Pauli Einarsson
? Røddin er tín egin, mátin at syngja uppá er eisini tín egni, og eg vóni at tú heldur fram við tínum egna nátúrliga máta, og ikki letur onnur villeiða teg til at líkjast øðrum.
Hann helt eisini, at tað er tyðiligt at Guðrun er stolt av at vísa Tvøroyri fram í fjølmiðlunum. Tað er enki lýsingavirki, sum kann gera slíka lýsing av Tvøroyri sum hon kann við sínum sangi.
? Tú hevur eisini uttan iva, gjørt tað lættari hjá mongum at vera føroyingur í Danmark.
Hann helt eisini, at hennara avrik fer uttan iva at eggja fleiri ungum, at royna seg í tónleikalívinum, og tað er gleðiligt.
Tí car tað hansara vón, at tað fór at bera til at skapa betur umstøður fyri tónleikalívinum á Tvøroyri.
Sjálvur er Pauli Einarsson gamal tónelikari og tí veit hann, at tað er tørvur á einum húsi har tónleikarar og sangarar kunnu venja, uttan at órógva grannarnar.
? Eg vænti og vóni, at títt avrik vil skunda undir, at vit øll í felag kunnu betra um umstøðurnar hjá tónleikinum á Tvøroyri, segði Pauli Einarsson.
Sí eisini fleiri aðrar greinar í blaðnum
Sí eisini fleiri aðrar greinar í blaðnum um Guðruna Jacobsen.