Býráðið samtykti barnagarðar

Samgongan í Tórshavnar býráð millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin samtykti á fundi hósdagin, at Høgni Mikkelsen skal byggja barnagarðin við Løgmannabreyt í Hoyvík, meðan Búsetur skal byggja tann á Hamrinum á Argjum

Tórshavnar býráð samtykti á fundi hósdagin at byggja tveir nýggjar barnagarðar við plássi fyri tilsamans 120 børnum.
Eftir at málið hevði verið í fíggjarnevndini varð ein broyting gjørd í tilmælinum frá mentamálanevndini. Meirilutin í mentamálanevndini mælti til, at Høgni Mikkelsen skuldi byggja barnagarðin á Hamrinum á Argjum, og Búsetur skuldi byggja barnagarðin við á Løgmannabreyt í Hoyvík.
Fíggjarnevndin mælti hinvegin til, at Høgni Mikkelsen skal byggja barnagarðin á Løgmannabreyt, meðan Búsetur byggir á Hamrinum. Hetta varð gjørt eftir ynski frá Høgna Mikkelsen og Búsetri.
Barnagarðurin á Hamrinum fer at kosta 8,4 milliónir krónur uttan mvg, og hin fer at kosta 6,8 milliónir uttan mvg.
Tilsamans nýtir býráðið 19,2 milliónir krónur av íløgukarminum, sum er 64 milliónir, til barnagarðarnar báðar.

Ímóti tilráðing
Býráðið hevði annars sett ein bólk at geva tí eina tilráðing viðvíkjandi teimum innkomnu tilboðunum. Hesin metingarbólkur mælti til at lata Búsetur byggja báðar barnagarðarnar, tí býráðið fekk sum heild meira burturúr hesum, hóast tilboðini frá Búsetri vóru hægri enn tey hjá Høgna Mikkelsen.
Tó valdi býráðið at lata teimum báðum tilboðsgevarunum hvør sín barnagarð at byggja.
Øll andstøðan í býráðnum atkvøddi fyri uppskotinum hjá minnilutanum um at lata Búsetur byggja báðar ansingarstovnarnar, men samgongan atkvøddi ímóti. Andstøðan róði samstundis framundir, at her ruggaði ikki alt rætt í sambandi við, at Høgni Mikkelsen, ið sjálvur er limur í samgonguni fekk tann eina barnagarðin, hóast metingarbólkurin ikki mælti til hesa loysnina.
Síðani atkvøddi samgongan fyri tilmælinum hjá meirilutanum í fíggjarnevndini um at Høgni Mikkelsen og Búsetur byggja hvør sín ansingarstovn.
Heðin Mortensen, formaður í mentamálanevndini, metir, at kommunan fer at nøkta góð 92% av ansingartørvinum, tá hesi báðir dagstovnarnir lata upp.
Viðmerkjast skal, at Høgni Mikkelsen sjálvur ikki var hjástaddur á fundinum, tá málið um barnagarðarnar varð viðgjørt.