Missa persónligheit fer Helena

Varamaðurin hjá Helenu Dam á Neystabø og tingmaður í nøkur ár, Jákup Sverre Kass, sum er í lestrarørindum í Danmark, heldur gongdina í flokkinum verða sera óhepna, nú tá Helena Dam á Neystabø hevur tikið seg aftur sum formaður. Hann heldur tað skapar óstabilitet at hava formansval so oftani. Tað burdi kanska ikki verið hvørt ár.

 

Formansval


Fyrrverandi tingmaðurin viðgongur, at tey bæði fylla nógv hvør sær, og tí er kanska ilt at koma uttan um slíkar hendingar. Sjálvur hevur hann sitið sum varamarður hjá Helenu í trý ár og sigur hann seg hava lært nógv av henni.


Uppá fyrispurning um tað ikki er óheppið at fáa eitt slíkt stríð í flokkinum nú undan tveimum valum sigur Jákup Sverre Kass, at man kann ikki seta seg uppímóti, at lokalfeløg vilja skjóta onnur upp til formansvalevni. Hann dylur tó ikki fyri, avgerðin hjá Sámal Petur í Grund at stilla uppaftur móti Helenu so stutt eftir síðsta formansval av onkrum kann uppfatast sum at hann er við at seta kílar í flokkin. -Men eru tað limir, sum vilja hava eitt skifti, so kann man ikki forða fyri tí. Tá má tað vera upp til valevnini at gera av.


Jákup Sverre Kass heldur tað vera óheppið, um úrslitið av øllum hesum verður, at flokkurin stillar upp til fólkatingsvalið uttan Helenu. ?Tá má flokkurin so ístaðin hava okkurt sera gott kort í ermuni skal hann koma væl frá einum vali.


Jákup Sverre Kass heldur ikki, at avgerðin hjá Helenu at taka seg aftur sum formann nýtist at merkja, at hon fer at taka seg úr flokkinum. Hann vísir her til gongdina í Sambandsflokkinum, har Edmund Joensen varð koppaður. Fyri tað fór hann ikki úr flokkinum. ?Eg trúgvi neyvan Helena fer at taka seg úr flokkinum eftir at hava tænt honum í nærum 11 ár. Sum formaður hevur hon verið rættiliga bundin av at marknaðarføra alt landið. Nú fær hon lagt seg meira eftir sínum egna valdømi.


-Fer Sámal Petur at klára at marknaðarføra flokkin eins væl og Helena:


-Nú fær hann so møguleikan. Hann vísti góð evni í so máta, tá hann var landssstýrismaður í 90-unum. Men fer Helena úr flokkinum, so fara vit at missa eina stóra persónligheit.