Dánjal Samuelsen, sum er 57 ára gamal, hevur starvast hjá Strandfaraskipum Landsins í útvið seks ár sum leiðslusamskipari og samferðsluleiðari. Seinasta hálva árið, umframt í øðrum tíðarbilum, hevur Dánjal verið virkandi stjóri á stovninum.
Dánjal hevur holla og breiða útbúgving innan virkisbúskap og kt frá Copenhagen Business School umframt í søgu og fólkalívsfrøði frá Fróðskaparsetrinum og lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
– Sum virkandi stjóri hevur Dánjal víst í verki, at hann hevur størstu virðing fyri alstóra týdningin sum Strandferðslan hevur fyri samfelagið, ikki minst fyri útjaðaran. Honum verður ynskt hepna hond í starvinum og bestu eydnu, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
13 umsøkjarar vóru til starvið.












