í Fjareystri og fólkið er svangt. Vandi fyri at fólk fóru at ganga berserkargongd er stórur. Elsti nakrantíð Suharto hevur sitið longri sum fólkavaldur leiðari í einum landi enn nakar annar í Asiu. Hann [...] hevur gloymt tann minni menta. Indonesia er eitt land, har tey ríku eru ófatiliga rík og tey fátæku liva í armóð. Eygleiðarar eru tó eitt sindur í iva um tað bert er fólksins krav, sum hevur fingið forsetan [...] og spenningurin var stórur undan Kristihimmalfaradegi, sum eisini er frælsisdagur hjá indonesisku tjóðini. Spenningurin var stórur um ófriður fór at bresta á. Ongin hevði rættuliga roknað við, at Suharto
tað miseydnaðist í síðstu løtu, so eydnaðist tað í fjør. Higartil í ár hevur tað skorist illa hjá B36, og tað er sjón fyri søgn, at flaggskipið í felagnum hevur meiri enn ilt við at liva upp til tað, sum [...] verið og er, at bóltspælið hevur ikki hingið nóg væl saman, møguleikarnir hava ikki verið nóg nógvir, og úrtøkan hevur verið syndarliga lítil. Í Fuglafirði spældi B36 4-3-3. Hóast venjarin ikki er rættuliga [...] nógv av tí góða, um øll stigini høvdu endað í Fuglafirði. Góður hugburður Teir í B36 kunnu bara takka sær sjálvum fyri, at teir ikki fingu fulla úrtøku. Teir høvdu bóltin nógv meiri enn teir á heimaliðnum
tað merkir, at hvørt vikuskifti er eitt lið, sum hevur frí. Í fyrsta vikuskiftið var tað KÍ og sunnudagin LÍF, og hesi bæði liðini hava sostatt spælt ein dyst færri enn hini fimm liðini. Oddaliðið HB, [...] sum hevur betri málúrtøku enn B36 eftir stórsigurin á Skála í fyrsta umfari, hevði sunnudagin fingið NSÍ á vitjan, og har var ongantíð ivi um úrslitið, hóast tað bert bleiv til 2-0. Málini gjørdu Teresa [...] dystir higartil í landskappingini, og enn hava tær einki mál gjørt, meðan 11 eru farin inn í hinum endanum. Men avrikið móti EB á Eiði sunnudagin var nógv betri enn tað var móti HB í fyrsta umfarinum, tá
sum hava verið um júst tey umstríddu økini í Hvítu sonuni. Tað er ein sannroynd, at allur oljuídnaðurin metir Hvíta økið sum sera áhugavert. Um so er at føroyingar ætla at slaka meira enn gjørt, so merkir [...] slaka. -Tað er einki kynstur. Nú er komið hartil, at ein endalig avgerð má takast, og slíka kunnu bert politikarar taka. Talan er um so stór umstrídd øki við møguligum oljuríkidømi, at hetta bert kann [...] á bretsku sendistovuni í Danmark um, at bretar hava fingið ein sterkan forsætisráðharra. -Tá hava vit enn betri orsøk til at koma á tal við hann um at fáa loyst hetta málið. Vil ikki lata oljuøki til bretar
hann segði søguna um tveir kollfiringar, har annar spyr hin, hvat hann hevði gjørt, um konan var honum ótrúgv, og hin svarar, at so hevði hann brotið komfýrin! Søgan er kend, og hetta ljóðar kanska ikki [...] ymisk tilboð eru til taks, at stytta um stundirnar, undirstrikar tað júst, hvussu umráðandi tað er at dyrka »her og nú upplivilsir«. Tað kom rættiliga til sjóndar hetta kvøldið, tí stórur áhugi var fyri [...] m søgum um sínar upplivingar, um fuglar og tað at ferðast í haganum. Komfýrurin hjá kollfiringinum Sverri Djurhuus segði frá barnadøgunum í Kollafirði, og flættaði inn skemtiligar frásagnir um ymiskt sum
sera lívliga tónleik. Tað er guitarspælarin John Ivan, sum er oddamaður í bólkinum og tað er eisini hann, sum ger um seg á apallinum. Big Guitars from Memphis spælir helvt um helvt sjálvgjørdan og kopieraðan [...] sum ikki kundu koma. Tamra kemur Av upprunaligu útlendsku gestunum er tað bara Tamra Rosannes, sum enn er á skránni. Tamra Rosannes er fødd í Amerika, men hevur búð seinastu nógvu árini í Danmark. Hon hevur [...] sum vóru við tá minnast enn tað framúr góða munnharpuspæla hann vísti. McCoy er eingin unglingi longur. Hann er føddur í 1941, men tað sæst ikki á framførslu hansara. Eisini hann er ættaður úr Amerika og
frá, at tað man fara at koma. Men tað er torført hjá teimum at fara til Sumbiar. Um teir skulu hugsa um annað, enn at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, so er alneyðugt hjá teimum at vinna í Sumba [...] liðið framvegis er fýra stig. Í fjør vístu vit fleiri ferðir á, at tá tað ríður um snarið, so vísir tað seg ofta, at tann, sum er best fyri, hevur eydnuna við sær. Í fjør sóu vit hetta fleiri ferðir hjá [...] megnaði meiri enn javnleik. Komandi vikuskifti er norðoyastevna, og tá er tørnið komið til KÍ at royna seg móti VB. HB skal inn á Toftir, har teir í fjør vunnu knúsandi stórsigur. Og um tvær vikur verður
vøllinum, og tað eydnaðist at javna í yvirtíðini. Pauli Jarnskor lobbaði sera hegnisliga upp um Gunnar á Steig, og so var dysturin liðugur og nógvu klaksvíkingarnir kring vøllin, sum lívgaðu væl um Telefonverkið [...] Jacobsen tvær ferðir einsamallur við málverjanum. Alt hetta virkaði við til, sjálvt um kalda høgættarlotið oman gjøgnum dalin var frískt, at talan var um ein fínan fótbóltsdyst! jh [...] foldaði seg út. Teir vístu so stórt hugflog, sum ikki er sætt, síðani teir vunnu FM heitið í 1991. Álopsspælið var gott í tøttum samanspæli, við skiftum um vøllin og við yvirlappingum í borðunum og stikkbóltum
bátastøddunum á mannfólkasíðuni. Vit spyrja Elias Zachariasen, um tað ikki er undarligt at vera formaður í einum felag, sum er so lítið aktivt. ? Hatta er veruleikin, og tað kundi verið uppaftur verri, tí tað sá [...] fór at verða mannaður. Tíbetur eydnaðist tað. Ritan, sum tey norðuri í Sundi eiga, er mannað bæði við gentum og dreingjum, og Fípan Fagra er mannað við dreingjum. Ritan er í góðum standi, meðan Fípan Fagra [...] sproytaður í fjør og sum er í góðum standi, stendur í neystinum, og tað er greitt, at hvørki hann ella átta mannafarið hjá klaksvíkingum, sum eitur Nevið Reyða og sum eisini er í góðum standi, verða flotaðir
sum lívið hjá teimum á sjómansheiminum henda dagin talar, er eisini um konurnar, sum passaðu hús og heim, meðan tað hjá monnunum snúði seg um at fáa inntøkuna til vega. Teir vóru mangan úttúraðir. Robert [...] uppiløgurnar um vetrarnar kundu vera langar. Januar og februar kundu vera góðir fiskimánaðir, men tað hevur ikki verið ókent, at eingin túrur fekst í ein mánaða og kanska longri enn tað. Og so ráddi um, at tann [...] Jeltsini fáa skreyt og gull í reversið, men eigini ivi kann vera um, at hjá útróðrarmonnunum var hetta væl uppiborið. Hjá fastløntum fólki er ikki óvanligt, at tað verður gjørt burturúr, tá tey hava verið